Størsta bilhús í Evropa

Í danska bilbýnum Silkeborg er spakin settur í til størsta bilhús av sínum slag í Evropa. Talan er um "Bilernes Hus", sum verður ein sølumiðstøð við 1.000 nýggjum og brúktum bilum

Silkeborg hevur í mong ár verið róptur "Bilernes by", tí býurin er kendur fyri sínar nógvu bilhandlar. Fólk ferðast úr øllum landinum til Silkeborg at hyggja eftir stóra úrvalinum av bilum, serliga brúktum bilum.

Nú er so ætlanin at byggja størsta bilhús í Evropa í Silkeborg. Talan verður um eina 38.500 fermetra stóra sølumiðstøð. Samlaða íløgan verður upp á 300 milliónir krónur.
Húsið, ið skal rúma 1.000 bilum og 160 starvsfólkum, verður eftir ætlan klárt at taka í brúk við árskiftið 2005/2006.

Í húsinum verður søla av nýggjum og brúktum bilum av so gott sum øllum bilmerkjum, eisini verður bilútleigan, biltrygging, bilfígging, rustviðgerð, dekkservice, ein supermodernaður bilverkstaður, og ein stór eykalutagoymsla.

Holger Helle, frá Helle Auto A/S, ið er ein av kendastu bilsølumonnum í Danmark og ein av stigtakarunum til "Bilernes Hus", sigur, at húsið verður eitt komplett bilunivers og ein uppliving fyri ein hvønn biláhugaðan.