Verjumál
Í gjár vitjaði nýggjasta skipið í donsku verjuni Esbern Snare Føroyar. Skipið kom at bryggju inni á Sundi. Vitjanin er ein partur av einum royndartúrið hjá spildurnýggja verjuskipinum, ið er av slagnum fleksibult stuðulsskip.
Skipið er bygt á Odense Staalskibsværft og varð liðugt tíðliga í summar. Tað er 137 metrar, stingur 6,3 metrar og megnar at sigla 24 knob. Esebern Snare er systirskip við Absalon, ið varð latin donsku sjóverjuni í 2004. Hesi bæði skip eru størstu skip í donsku sjóverjuni. Túrurin til Føroyar er gjørdur, fyri at royna skipið í ringum veðri, Esbern Snare fer somuleiðis til Grønlands á royndartúrinum.
Av Færøernes Kommando siga tey, at túrurin higartil hevur gingið sera væl: Hetta er ein roynd av skipinum, soleiðis at vit fáa rætta alt, áðrenn garantiið er útgingið. Higartil eru bert smárættingar neyðugar. Føroyar og Grønland eru sjóøkir, ið hetta skip skal kunna virka í, so tí er upplagt at royna tað her. Men annað sjóøki verður eisini roynt í næstum m.a við Kanada, Spania og Portugal. Absalon var sambært Færøernes Kommando í økinum kring Føroyar í fjør, men legði tó ikki at bryggju.
Tá Absalon varð royndarsilgdur, vóru nakrir smávegis trupulleikar serliga við gearunum. Men hesir eru allir rættaðir á Esbern Snare, áðrenn hann fór av skipasmiðjuni. Samanumtikið er sjóverjan sera væl nøgd við Absalon og Esbern Snare.
Skipini eru ikki fult útgjørd enn, men verða støðugt ment, til tey eru heilt til reiðar at røkja tær alsamt broytandi uppgávurnar hjá donsku sjóverjuni. Væntandi eru skipini liðugt útgjørd við árslok 2007.
Esbern Snare
Slag: Fleksibult stuðulskip
Skipasmiðja: Odense Staalskibværft
Longd: <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="137 m"$?$end$!$137 m</st1:metricconverter$?$end$!$<BR>Breidd <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="19,5 m"$?$end$!$19,5 m</st1:metricconverter$?$end$!$<BR>Skipið stingur <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="6,3 m"$?$end$!$6,3 m</st1:metricconverter$?$end$!$<BR>Eginvekt (lætt skip) uml. 4500 t
Mesta berievni: ca. 6600 t
Høvuðsmaskina 16,4 MW = 22.300 HK
Mesta ferð: 24 knob
Skipið røkkur v/15 knob 9000 fjórðingar
Kann útgerðast at vera á sjónum 28 dagar
kelda: www.forsvaret.dk