Gongdin í føroyskari telving hevur ikki verið tann allarbesta síðstu árini. Áhugin millum ungdómin hevur verið minkandi, tí unglingin í Føroyum ofta velur at halda seg til stórar ítróttagreinar sum fótbólt, hondbólt o.a.
Úrslitini hjá bestu telvarunum hava tó verið góð. Helgi Dam Ziska hevur sum næsti føroyingurin nakrantíð tryggjað sær ein IM-norm, og úrslitini í kappingum úti í heimi hava heldur ikki verið so galin hjá føroyskum telvarum. Hetta tykist hava sett síni fótaspor millum føroyska ungdómin, tí áhugin tykist bara at vaksa millum skúlanæmingar í landinum.
Mikudagin fór eisini størsta einstaklingakappingin í føroyskari talvsøgu nakrantíð av bakkastokki í Avhaldshúsinum í Haldórsvík, tá 106 skúlanæmingar frá skúlunum í Sunda kommunu settust við talvborðini.
Vit hava tikið eitt prát við ein av samskiparunum, Jóhan Magnus Joensen, sum er lærari í Tjørnuvíkar skúla.
Hava telvað í tvey ár
Jóhan Magnus Joensen hevur sjálvur telvað nakað ígjøgnum tíðirnar, men nú situr hann mest á internetinum, har hann stríðist við aðrar internetspælarar á teimum 64 puntunum.
Hann hevur tó ikki bert hildið seg til telvingina á netinum. Hann hevur nevniliga eisini fingist við at lært børnini í Tjørnuvíkar og Haldórsvíkar skúla at telva, og síðstu tvey árini hava næmingarnir á hesum skúlum tikið seg nógv fram innan talvyrkið.
Børn í hinum skúlunum í Sunda kommunu eru eisini byrjaði at telva, og luttakaratalið í kappingini í Avhaldshúsinum vísir, at áhugin er stórur millum ungdómin í Sundalagnum.
- Einki er at ivast í, at áhugin er stóru millum børnini her norðuri. Kappingin mikudagin er størsta einstaklinga kapping í landinum nakrantíð, og av teimum knapt 200 næmingunum, sum ganga í skúlunum í Sundalagnum, vóru næstan 110 næmingar við í Haldórsvík, og hetta vísir, at børnini tíma at telvað, sigur Jóhan Magnus.
Kollfirðingur hevur hjálpt til
Síðani kommunurnar í Sundalagnum løgdu saman í eina stóru kommunu, hevur nýggja Sunda kommunu lagt upp til, at skúlarnir í økinum skulu samstarva. Júst talvundirvísingin er ein liður í hesum samstarvið, og hetta hevur jú gingið væl.
Tað hevur tó eisini hjálpt, at børnini hava fingið undirvísing frá einum av sterkastu telvarunum í landinum. Kollfirðingurin, Hans Kristjan Simonsen, hevur nevniliga ferðast runt á skúlunum í Sundalagnum eina ferð um vikuna síðstu mánaðirnar, har hann hevur undirvíst børnunum í talvi.
- Sunda kommuna hevur sett Hans Kristjan at feraðst runt í ymsu skúlunum ein dag um vikuna, og tað hevur heilt víst bøtt um áhugan millum børnini, at tey hava fingið undirvísing frá einum av elitutelvarunum í landinum. Eg haldi tað eisini vera gott, at føroyskir telvarar hava áhuga í slíkum, tí hetta økir samstundis um áhugan ímillum ungdómin, heldur Jóhan Magnus.
Góð úrslit
Tá kappingin var komin at enda mikudagin, fingu trý tey bestu í hvørjum flokki heiðursmerki. Harafturat fekk vinnarin eitt ferðasteyp við navninum á, so fólk kunnu síggja, hvør hevur vunnið steypið upp ígjøgnum árini.
Haldórsvíkar skúli og Tjørnuvíkar skúli hava fyri fyrstu ferð tikið lut í FM í skúlatelving í ár, meðan Norðskála/Oyra skúli eisini hevur tikið lut. Jóhan Magnus er eisini nøgdur við góðu úrslitini, sum allir tríggir skúlarnir hava fingið í skúlatelvingini.
Hann leggur afturat, at talv eisini hjálpir uppá undirvísingina í skúlunum, tí við telving læra børnini eisini at konsentrera seg í øðrum lærugreinum í skúlanum.
At enda vónar hann, at aðrir skúla kring landið kunnu taka við hesum hugskotinum, sum skúlarnir í Sunda kommunu nýta í samband við skúlatelving.