Nógvar forvitnisligar listaframsýningar hava millum ár og dag verið í Føroyum, men framsýningin við verkum Munchs er ivaleyst tann størsta nakrantíð. Sera strong trygdarkrøv eru í sambandi við framsýningina, og Listasavn Føroya hevur gjørt stórar íløgur fyri at lúka krøvini til trygd, sum eru sett í sambandi við framsýningina.
Gav íblástur til Mikines
Í Listakálanum verða verkini hjá Munch í løtuni hongd upp og gjørd klár, og tey koma at hanga kring rúmið við verkum hjá mæta føroyska málaranum Sámal Joensen Mikines. Hetta er heldur ikki av tilvild, tí tað er eingin loyna, at Mikines hevur fingið nógvan íblástur frá Munch.
Mikines vitjaði í Oslo í 1937, og tá kom hann at kenna verkini hjá norska listamanninum, og tað er sjón fyri søgn, at føroyski málarin hevur fingið íblástur frá Munch. Evni í verkunum hjá Munch ganga aftur í fleiri av verkunum hjá Mikines, og tað er ikki frítt, at okkurt av verkunum hjá teimum báðum listamonnunum líkjast.
Nógv eftirspurt
Framsýningin hjá Munch er rættuliga forkunnug. Hon hevur júst verið sýnd fram á Museum for Religiøs Kunst í Lemvig, sum Listasavn Føroya samstarvar við.
Í hesum sambandi er Dagmar Warming, savnsleiðari á Museum for Religiøs Kunst í Føroyum, og gevur eina hond í arbeiðinum við at hanga verkini upp.
Harafturat eru fólk frá Fælleskonservering í Århus í Føroyum, og tey hava eftirlit við verkunum og kanna eftir, at tey ikki hava fingið nakran skaða undir flutninginum til Føroya.
Áhugin fyri framsýningini er eisini stórur, og nógv listasøvn í til dømis Danmark hava sýnt stóran áhuga fyri framsýningini, men tað eru bert nøkur fá útvald, ið sleppa at hýsa framsýningini. Til dømis kemur framsýningin als ikki til Keypmannahavnar, hóast áhugin har er stórur, sambært Dagmar Warming.
Trygdin
Sum áðurnevnt er trygdin umfatandi í sambandi við framsýningina, og hetta setti eisini krøv til myndatøkurnar, sum myndamaður okkara gjørdi í Listasavninum. Eitt nú bar ikki til at avmynda kassarnar, sum verða nýtt í sambandi við flutning av verkunum, og heldur ikki bar til at avmynda skipanina, ið verður nýtt til at hanga verkini upp.
Framsýningin við verkum Munchs er sjálvsagt tryggjað, men hvussu nógvar pengar, ið verkini eru tryggjað fyri, vilja hvørki Dorthe Warming ella Helgi Fossádal, stjóri í Listasavninum, siga nakað um.
Tryggingarveitarin hevur eisini sett nøkur krøv, og til dømis hava væl bjálvaðu kassarnir, ið hava verið nýttir til flutningin, havt nakrar sensorar ísettar, sum hava mált, um kassarnir hava verið úti fyri ógvusligum ristingum.
Opin í nærum tveir mánaðar
Føroyingar fáa høvi at síggja verkini hjá Edvard Munch frá fríggjadegnum av, tá ið framsýningin alment letur upp. Tað verður norski konsulin í Danmark, Ole Peter Kolby, sum setur framsýningina.
Framsýningin, "Smertens Blomst" , við verkum eftir Edvard Munch verður opin hvønn dag heilt fram til 30. oktobur, so ikki kann sigast annað, enn at føroyingar í ríkiligt mát hava høvi til at síggja hesi sera forvitnisligu framsýning.