Mest bundið, men eisini málningar og annað ítrív varð víst fram í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum.
Talið av vitjandi var eitt sindur lakari í ár enn undanfarin ár.
- Umleið 1000 fólk komu á gátt, sigur Maiken Hammer, formaður í Føroya Heimavirkisfelag.
Sølan hjá framsýnarunum gekk hampuliga, men Maiken sigur, at tað merkist at fólk ikki hava líka nógvan pening um hendi sum áður.
Søluframsýningin hevur yvir 15 ár á baki og er vaksin fyri hvørt ár.