Størsta hungursvanlukkan í nýggjari tíð hóttir Afrika

Tann størsta hungursvanlukkan í nýggjari tíð hóttir nú Afrika, og vandi er fyri, at 38 milliónir fólk fara at líða hungur.

-Hetta er ein vanlukka, sum vit ikki hava upplivað áður. Heimssamfelagið hevur ikki gjørt sær greitt, hvussu álvarssamt hetta er, og okkum tørvar politiskan vilja.

Tað segði leiðarin í heimsmatvørustovninum WFP, James Morris, tá hann fyrradagin var á ST-høvuðsborgini í New York og greiddi limalondunum frá teirri hóttandi vanlukkuni í Afrika.

Økið, sum er í vanda fyri hungursneyð, røkkur líka frá Afrikanska Horninum og langt suður í heimspartin. Har suðuri hava umleið 14 milliónir fólk longu ov lítið til matna, men vandi er fyri, at uppaftur nógv fleiri fara at koma í somu støðu, tí bøndurnir hava ov lítið av sáði og tøðum. Higartil er ein stórur partur av grøðini í Angola, Lesotho, Malawi og Swazilandi farin fyri einki.

Tað hevur ikki regnað í hesum økinum í longri tíð, og hjálparfelagsskapirnir siga, at kemur regnið ikki skjótt, fara fleiri milliónir fólk afturat at líða hungur.

Fleiri vesturlendskir politikarar hava í seinastuni ávarað um, at hungursneyð kann koma trygdini í stórum pørtum av Afrika í vanda, og teir mæla tí altjóða samfelagnum til at veita ta neyðugu hjálpina.