Av teimum 108,4 tonsunum, sum Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun, var meginparturin toskur, svartkalvi, upsi og hýsa.
Sløk 46 tons vóru av toski, harav mest var av toski 3, sum fekk miðalprísin 17,99 krónur fyri kilo. Næst størsta nøgdin var toskur 2, 13,8 tons, og her var miðalprísurin 18,72.
21,5 tons vóru av svartkalva, mest av svartkalva 3, sum fekk miðalprísin 31,40 krónur fyri kilo. Prísirnir á svartkalva lógu annars neyvt um stívliga 31 krónur fyri kilo.
Tað er sjáldan, at stórar nøgdir av upsa eru á uppboðssluni hjá Fiskamarknaði Føroya, men í dag vóru so sløk 20 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri upsa lá úr 5,18 upp í 10,26 krónur fyri kilo.
Tey stívliga 10 tonsini av hýsu fingu ein miðalprís, sum lá úr 7,50 fyri hýsu 4 upp í 16,67 krónur fyri kilo, sum var fyri eina minni nøgd av hýsu 2.
Samlaða sølan í morgun var sløk 108,5 tons, sum fóru fyri stívliga 1,9 miljónir krónur. Tað gevur ein samanlagdan miðalprís á 18,14 krónur fyri kilo.