Á hvørjum ári ferðast fleiri útlendingar til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági. Og tað sleppa tey vónandi eisini í ár, hóast illveður er á klettunum. Kring landið eru fleiri nýggjárshald avblást, tí tað ikki er ráðiligt at skjóta fýrverk ella brenna bál í illveðrinum. Løgreglan heitti fyrr í dag her á in.fo á fólk um at bíða við fýrverkinum til í morgin.
Les eisini: Fleiri bál avlýst orsaka av veðrinum
Í Vági hava tey í mong harrans ár gjørt nógv burturúr nýggjárshaldinum og tí verður tað vanliga mett sum tað størsta í landinum. Nýggjársnevndin í Vági skrivar á Facebook síðuni "nýggjárshald í Vági", at sum nú er ætlar man at halda skránna, sum sett er fyri kvøldið. Orsøkin er, at tað sær út til, at vindurin minkar so mikið nógv, tá ið tað líður út móti midnátt, at tað verður mett møguligt at halda fram við stóra bálinum og fýrverkinum.
Les eisini: Bál og fýrverk - ikki kyndlagonga
Tó so er tað ikki heilt ótarnað. Tí á hvørjum ári verða blikk við eldi sett framvið vegnum upp á Eggjarnar í Vági og blikk sett á bøin sum skriva ávikavist farna og komandi árið. Hetta verður helst nakað tarnað í ár, tí tað er ikki ráðiligt hjá fólki at fara í hagan við blikkum í vindinum í kvøld.
Les eisini: Løgreglan: Útsetið fýrverkið til í morgin
Um so er, at tað framvegis er ov nógvur vindur á midnátt, og tað ávirkar skránna í Vági, so verður hetta fráboðað á Facebook, sigur nýggjársnevndin.
Les eisini: Verið ansin við bálunum