Størsta sólorkuskipan í Føroyum

Tofta skúli hevur nógv ta størstu sólorkuskipan, sum higartil er sett upp í Føroyum, og skúlin hevur eisini aðrar forvitnisligar fasilitetir

Tofta skúli

 

Í røðu síni við hátíðarhaldið í Tofta skúla leygardagin, segði borgarstjórin, Símun Johannesen, at Tofta skúli hevur nógv ta størstu sólorkuskipanina, sum higartil er sett upp í Føroyum.

- Nú so nógv fokus er á okkara umhvørvi, kann eg upplýsa, at vit hava sett upp eina 70 fermetra stóra sólorkuskipan á skúlanum. Hetta er soleiðis nógv tann størsta skipanin av sínum slagi í Føroyum.

Borgarstjórin vísti á, at tað almenna hevur stuðlað hesi verkætlan við 150.000 krónum, har ein partur av hesum peningi skal nýtast til uppfylging og kanningar av verkætlanini.

- Ein fylgibólkur er settur, sum skal taka sær av hesum, og skal eitt úrslit fyriliggja um eitt ár, legði borgarstjórin aftrat.

Av øðrum fasilitetum, sum nýggi Tofta skúli hevur, nevndi borgarstjórin eisini samtaluanlegg millum lærarar og næmingar, sonevndu smart-board talvurnar í hvørji skúlastovu, tráleyst internet um allan skúlan, og eisini hevur skúlin nú eina sjálvvirkandi ventilatiónsskipan.