So avgjørdur var frásøgumaðurin, Ólavur Presley, tá hann presenteraði 15 ára gamla Rógva Jacobsen í Flags tjaldinum. Og tað var einki at taka feil av. Rógvi hevði eina ótrúliga hugtakandi og góða framførslu. Einsamallur við guitara megnaði Rógvi við síni sterku og hásu rødd at fylla tjaldið.
?Hatta var fantastiskt. Fólkini vóru við upp á tað, og ja ? tað var bara fantastikst. Eg var ræðuliga nervøsur, men tá eg var byrjaður, koyrdi tað bara,? sigur Rógvi í stuttari viðmerking eftir sína framførslu.
Fitt av fólki hevði leitað sær inn í teltið at lurta eftir Rógva, men tað merktist, at festivalurin ikki veruliga er komin á glið enn. Vónandi ? og væntandi - spælir unga stjørnuskotið úr Klaksvík ikki ?bara? sum upphitari næsta ár.