Útstykking
Nú verður farið undir eina ta størstu útstykkingina av grundstykkjum í Suðuroy í mong ár.
Tað er Petur Hammer, byggimeistari á Tvøroyri, sum tekur stig til hesa útstykkingina, og hetta verður samstundis fyrstu ferð, at privata initiativið í Suðuroy tekur stig til so stóra útstykking á sama hátt, sum kent er aðrastaðni í landinum.
Tað hevur annars mangan verið nógv tosað um, hvussu illa suðuroyggin er fyri, bæði viðvíkjandi arbeiðsplássum og fólkatali, men Petur Hammer er so mikið bjartskygdur um støðuna, at hann nú ætlar sær undir eina stóra útstykking úti í Heiðunum í Froðba.
Væntandi verða upp ímóti 20 grundstykki í hesi eini útstykkingini.
Vit ætla at gera grundstykkini púra byggibúgvin, so tá ið tey verða keypt, er púra klárt at seta formarnar upp, sigur Petur Hammer.
Samstundis verður alt gjørt og lagt til stykkið, sum hoyrir til eina útstykking nú á døgum, bæði vegir, kloakkir og gøtuljós, streymur og telefonkaðal.
Ætlanin er eisini at tey, sum keypa grundstykki, skulu fáa frið fyri seyði, tí ætlanin er at gyrða alt økið inni og at hava eina felags innkoyring við rulluportrið í.
Tað merkir so, at tað er ikki neyðugt hjá hvørjum einstøkum húsaeigara at gera dýrar gyrðingar rundanum húsini fyri at fáa frið fyri seyði í túninum.
Grundstykkini verða ymisk í stødd, men felags fyri tey øll er, at tey eruy hampiliga stór. Eftir tí, sum nú liggur í kortunum, koma tey at vera ímillum slakar 500 fermetrar upp í 800 fermetrar, men bæði stødd og talið á grundstykkjum, kann broytast eitt sindur, tá ið tað er endaliga teknað.
Av tí, at grundstykkini eru byggiklár, við øllum hentleikum, tá ið tey verða seld, fer tað sjálvsagt at síggjast aftur í prísinum, men Petur Hammer torir ikki enn at seta nakran prís á.
Men hann heldur, at tað kann ofta geva eina skeiva mynd av prísinum, tá ið fólk keypa ein stykkið, sum ikki er byggibúgvið fyri bíligan penga.
Tað kostar ógvuliga nógv at gera eitt stykkið púra klárt at byggja á, bæði útgrevstur, útfylling, kloakk og annað. So tá ið tað er klárt at seta formarnar á, kostar tað mangan meir enn væntað, umframt at tað krevur nógva orku.
Tá ið fólk fáa eitt byggibúgvið grundstykkið, er tað bæði hugaligari at fara í holt við at byggja og eisini nógv lættari at hava tamarhald á byggiprísinum og tað átti at verið ein stórur fyrimunur.
Nú er tað onki dulsmál, at Petur Hammer er sjálvur timburmeistari, men hann leggur dent á, at tað er ongin treyt at fólk eisini keypa húsini frá honum.
Men er áhugið fyri tí, er hann sjálvsagt til reiðar at byggja húsini eisini og at levera tey, antin klár at flyta inn í, ella bara innilokað, ella eftir ynski annars.
Petur Hammer sigur, at gongur sum ætlað, verða grundstykkini klár um eitt ár ella so.
Hann vónar nú at koma í eitt jaligt samskifti við kommununa og byggimyndugleikar um vegir, kloakkir o.s.fr.
Hann vónar nú, at hetta fær undirtøku, tí hetta er so ein roynd at gera eina veruliga útstykking í Suðuroy, soleiðis sum vit kenna tað aðrastaðni frá