Størsta veljarakanningin er útsett í eitt ár

Stjórnarbroytingin, sum danski forsætismálaráðharrin partvís var noyddur at gera, er fyrsta stigið hjá honum í valstríðnum, sum skal bera við sær, at hann varðveitir stjórnarvaldið. Hetta ber við sær, at best møguliga veljarakanningin í Føroyum verður ikki fyrrenn um meiri enn eitt ár

Í hesi vikuni hevur orðaskiftið verið um løgmansrøðuna, og nú verða fiskidagarnir viðgjørdir. Harvið er politiska nýggjárið í Føroyum farið afturum, og harvið eru hveitibreyðsdagarnir hjá nýggju samgonguni av. Higartil hava samgonguflokkarnir fyri tað mesta flatta fingrar. Undir viðgerðini av løgmansrøðuni vórðu einstakir flokspolitiskir hegnpelar heglaðir niður, men kjakið var mest millum andstøðu og samgongu og ikki so nógv millum samgonguflokkarnar. Tað plagar annars ikki at skorta við sovornum í føroyskum politikki.
Nú er samgongan farin undir fyrsta heila politiska samstarvsárið. Nógv av politikkinum og politisku orkuni í Føroyum snýr seg um fíggjarlógina og arbeiðið við henni. Stovnarnir og fíggjarmálaráðið eru langt síðani farin undir fyrireikingarnar til nýggju fíggjarlógina, sum eisini verður viðgjørd í samgonguni, og sum skal leggjast fyri tingið undan fyrsta oktober. Fíggjarmálaráðharrin hevur langt síðani boðað frá, hvør karmurin ætlast at vera, sum fíggjarlógin skal myndast innanfyri.
Tá ið krubban er tóm, fara hestarnir at bítast, plagar at vera tikið til. Í politikki hevur tað aftur og aftur víst seg, at krubban nýtist ikki at vera tóm, áðrenn landsstýrismenn og aðalstýri, flokkar og umboð fyri valdømini í fíggjarlógarsmíði togast og slítast um rakstrar og íløgukrónurnar.
Tá ið løgmansrøðan um eitt ár fer at verða viðgjørd, fer samgongan at hava fyrstu viðgerðina av fíggjarlógini og hvørji úrslit eru fingin burtur úr tí, sum varð sagt í viðgerðini av løgmansrøðuni, í viðførinum.

Kommunuvalið
Um tað gongur, sum tað sær út í løtuni, so fer veljarin ikki at vera overvaður av valum næsta árið. Í november verður kommunuval. Tað verður uppstillað flokspolitiskt í nøkrum kommunum. Enn hevur lítið verið at hoyrt um, um samanleggingarnar fara at bera fleiri flokspolitiskar listar við sær, ella um talan fer at verða um lokalar listar. Men úrslitið av kommunuvalunum plaga ikki at verða mett sum álítandi politiskur fepurstokkur, tá ið tað hevur við landspolitikkin at gera.
Burtursæð frá í Tórshavnar kommunu, sum sammett við hinar kommunurnar hevði tvey ára forskotið valskeið, so var tað soleiðis í 50unum, 60unum og 70unum, at løgtingsval og kommunuval vóru næstan í senn. Løgtingsval var fyrst í november, og kommunuval var fyrst í desember. Tá vísti tað seg ofta, at tann, sum hevði staðið seg væl á løgtingsvalinum, ikki stóð seg so væl á kommunuvalinum og serliga, at tann, sum ikki hevði staðið seg so væl á løgtingsvalinum, hevði eitt gott kommunuval.

Veljarakanningin útsett
Møguleikin hevur verið nevndur, at danski forsætisráðharrin skuldi hugsa um at útskriva fólkatingsval seinnapartin av hesum árinum. Í vikuni broytti hann stjórnina, sum hevur verið óbroytt síðani Fogh Rasmussen tók um stýrisvølin eftir valið 21. november 2001. Broytingarnar benda á, at forsætismálaráðharrin ætlar sær at sita í meiri enn eitt ár afturar, áðrenn hann fer at skriva út val.
Harvið er møguleikin fyri størstu veljarakanningini, sum tað ber til at hava í Føroyum, útsettur. Sipað verður hervið til fólkatingsvalið í Føroyum. Gamaní er talan um val til annað ting enn løgtingið, og tað kann vera, at veljarnir ? serliga hjá teimum smærri flokkunum ? hugsa og velja øðrvísi, enn teir gera, tá ið talan er um løgtingsval.
Men sjálvandi er talan um rættuliga gott politiskt barometur, tá ið stórur partur av veljarunum hevur møguleika at velja. Hægsta valluttøkan nakrantíð til fólkatingsval í Føroyum var á síðsta vali. 21. november í 2001 atkvøddu 79,5%, tá ið Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin vunnu fólkatingsmenninar. Frammanundan var hægsta luttøkan 8. september í 1988, tá ið luttøkan var 70,3%. Hetta er vallutøka, sum tey nógva staðni kring heimin høvdu verið ovurfegin um.
Eitt nú er tað ikki serliga sannlíkt, at stórt fleiri enn annar hvør amerikanskur veljari fer at atkvøða, tá ið tað fyrsta týsdagin eftir fyrsta mánadagin í november í ár skal atkvøðast um, hvør næstu fýra árini skal sita í embætinum, ið verður mett at vera tað politiskt máttmiklasta av øllum í heiminum. Á løgtingsvalinum 20. januar í ár knappaðist valluttøkan um 92 prosent.
Tað verður ikki so væl dámt av øllum, men tað er upplagt at nýta fólkatingsval at rokna út, hvussu Løgtingið hevði verið mannað, og harvið hvussu býtið av valdømisvaldum og eykavaldum tingmonnum hevði havt verið. Hetta ber ikki til í flestu veljarakanningunum. Í teimum verða Føroyar roknaðar sum eitt og ikki sjey ólík valdømi, og lutfallið millum flokkarnar í veljarakanningum verður nýtt sum grundarlag at manna tingið eftir. Tá er tað, at tað kann koma fyri, at t. d. Tjóðveldisflokkurin kann fáa framgongd í veljarakanning, men kortini verður roknaður at missa tingsessir.
Spurningarnir eru nógvir, sum fólkatingsvalið fer at geva ábendandi svar uppá. Tann fyrsti er sjálvsagt, hvussu undirtøkan hjá flokkunum og samgonguni hevði verið, nú Tjóðveldisflokkurin er í andstøðu, og Javnaðarflokkurin Sambandsflokkurin eru komnir í samgongu. Jóannes Eidesgaard er vorðin løgmaður, og Lisbeth L. Petersen er síðani seinasta fólkatingsval farin frá sum formaður í Sambandsflokkinum. Fólkatingsvalið verður fyrsti møguleikin hjá sambandsveljarum kring valdið at geva til kennar, hvat teir halda um nýggja formannin.
Í 2001 heitti Fólkaflokkurin á veljaran um á fólkatingsvalinum at geva væl dámda løgmanninum, Anfinni Kallsberg, álitisváttan. Fólkaflokkurin misti mannin, og Óli Breckmann, sum hevði sitið í sessinum síðani í 1984, fekk flestar persónligar atkvøður hjá Fólkaflokkinum. Spurningurin er nú, um tað næstu ferð verður Óli, sum fer at liggja á fyrrverandi løgmanninum, ella um tað verður Anfinn, sum veljararnir kring landið fara at nýta høvi til at geva undirtøkuna, sum hann sambært øllum veljarakanningum hevur havt sum løgmaður, og sum veljararnir ikki hava havt møguleika at geva honum, síðani Anfinn fór úr løgmansembætinum.
Nú hevur Anders Fogh Rasmussen gjørt av, at henda stóra veljarakanningin ikki skal vera nú í heyst, og so verður hon neyvan fyrrenn um eitt ár og kanska meiri enn tað.

Ítøkiliga orsøkin
Orsøkin til, at forsætismálaráðharrin í hesi vikuni broytti stjórnina, er, at Danmark stendur fyri at velja nýggjan kommiser í ES. Higartil hevur javnaðarmaðurin Poul Nielsson verið kommiserur. Hann varð valdur av partamanni sínum Poul Nyrup Rasmussen í 2000, eftir at Ritt Bjerregaard og øll kommisiónin, sum hevði sitið síðani í 1995, var noydd at fara frá, tí mutrið segðist hava verið ov nógv.
Kommiserarnir hava altíð verið sagdir at vera einastu sonnu umboðini, sum bara hugsa um og røkja áhugamálini hjá ES framum tey hjá limalondunum. Einir fýra fimti partar av danskari lóggávu stava frá ella eru undir árini av ES. Tí hevur tað nógv at siga fyri stjórnirnar at syrgja fyri, at teirra umboð er í Brússel ? hóast kommiserarnir eru ES umboð. Bæði av hugsjónarligum og ikki minst orsaka av persónligum ávum.
Fyrsti danski kommiserurin var ikki politikari. Tað hoyrdist nógv í Føroyum um Finn Gundelach, tá ið Danmark fór upp í EEC, og tá ið føroyingar stríddust fyri at varðveita og vinna fiskirættindi í EEC sjógvi og fyri at fáa líkinda handilsavtalu. Hann var embætismaður, sum hevði havt nógv við samráðingarnar hjá Danmark at gera, tá ið Jens Otto Krag í 1973 valdi hann til danskan kommiser. Hann doyði í 1981, og tá hevði Anker Jørgensen funnið út av, at tað fyri hann og Javnaðarflokkin hevði stóran týdning at hava ein javnaðarmann í Brússel. Tí varð landbúnaðarráðharrin Poul Dalsager sendur til Brússel.
Tá ið Danmark skuldi velja nýggjan kommiser í 1984, nýtti Poul Schluter høvið at fáa ein av sínum í sessin. Hann valdi ikki ein av sínum konservativu partamonnum. Heldur sendi hann næsta samstarvsfelaga sín í borgarligu stjórnini, Henning Christophersen, í týdningarmikla sessin. Tá var tað, at Uffe Elleman Jensen gjørdist formaður í Vinstra. Poul Schl¬uter er einasti danski forsætismálaráðharrin, sum ikki hevur sent ein av sínum partamonnum í ES.
Nú Anders Fogh Rasmussen fekk møguleikan, setti hann matvørumálaráðharran, Marianne Fisher Boel, suður til Brússel. Hvat hon skal takast við er ikki greitt enn. Tað hevur verið roknað við, at Bertel Haarder, sum er mest royndi og ein av mest virdu ráðharrunum, skuldi fáa starvið. Men í javnstøðunavninum strongdi Jose Manuel Barroso, formaður í kommisiónini, á at fáa ein kvinnuligan kommiser úr Danmark.
? Eg vildi ikki leggja meg undir skurð fyri at skifta kyn. Tí gjørdist eg ikki kommiserur, skemtaði Bertel Haarder á tíðindafundi. Onkrir danskir miðlar vildu vera við, at hann var ikki sørt vónbrotin, og at tað var orsøkin til, at forsætismálaráðharrin gjørdi av at flyta menningarhjálpina frá uttanríkismálaráðnum og til flóttafólkamálaráðið. Harvið hevur Bertel Haarder yvirtikið størsta partin av pengunum, sum uttanríkismálaráðið higartil hevur havt at ráða yvir.

Trimmingin
Eygleiðarar í Danmark vilja vera við, at heldur enn javnstøðan, so hevur tað verið avgerandi fyri forsætismálaráðharran, at hann vildi trimmað liðið hjá sær undan valinum um eitt ár. Í tí sambandinum er Bertel Haarder ein at týdningarmiklastu trumfunum.
Sammett við leiklutin hjá løgmanni, so passar ásetingin um, at tað er stjórnarleiðarin, sum setur og loysir ráðharrar úr starvi væl betri upp á danska forsætismálaráðharran. Valfeløgini og so mong onnur hava neyvan somu ávirkan, sum tey hava í Føroyum. Forsætismálaráðharrin avger sjálvur, hvat skal gerast og hvussu, tá ið tað ræður um hansara stóra flokk. Sjálvandi hevur hann tosað við formannin í Konservativa flokkinum, Bendt Bendtsen, og so hevur hesin fingið eitt sindur burturúr, sum kann styrkja hansara flokk og lið upp undir fólkatingsvalið og harvið økja um sannlíkið fyri, at stjórnin eftir valið eisini verður borgarlig.
Tað er ongantíð komið fyri, at løgmaður hevur broytt samansetingina av landsstýrinum fyri at styrkja um arbeiðsførleikan og profilin, tá ið ein partur av valskeiðnum er farin. Orsøkin kann vera, at tað hevur ikki verið neyðugt. Men tað man vera meiri sannlíkt, at tað í realitetinum ikki ber til.
Í Danmark hevur serliga verið lagt til merkis, at Connie Hedegaard er komin upp í stjórnina. Hon er kend frá DR sjónvarpinum, har hon seinastu seks árini hevur verið vertur í Deadline. Frammanundan hevði hon verið bossur á Radioavísini í fýra ár.
Hóast hon ikki er meiri enn 43 ára gomul, so hevði hon nógvar politiskar royndir, tá ið hon longu í 1990 tók seg burturúr politikki. Tá hevði Connie Hedegaard, sum ber orð fyri at vera gløgg, at hava framúr politiskt tev og serlig evni at formidla ? eitt nú politikk, tíðindi og samfelagsviðurskifti yvirhøvur ? verið í Fólkatinginum í seks ár. Síðstu tíðina í tinginum var hon politiskt framsøgufólk, og eingin ivast í, at hon hevði langt síðani havt verið ráðharri, um hon tá hevði hildið fram í politikki. Men hon vildi ikki vera partur av stríðnum um Erik Ninn Hansen og tamilmálið. Tí tók hon seg aftur.
Burtursæð frá tíðarskeiðnum hjá Poul Schluter hevur Konservativi flokkurin í Danmark í mong ár verið eyðkendur av innanhýsis stríði og kegli. Hetta hevur fleiri ferðir verið um at tikið lívið av flokkinum, og tað hevur ikki verið frítt, at tað hava verið røddir, sum hava spátt, at eitt nýtt stríð hómaðist í havsbrúnni. Stríðið roknaðist at skula taka seg upp millum Brian Mikkelsen, mentunarmálaráðharra, og Lene Espersen, løgmálaráðharra, tá ið Bendt Bendtsen fór at taka seg aftur, ella fór at verða kroystur úr formanssessinum.
Í Konservativa flokkinum verður við bivan minst aftur á eljustríðið fyri nøkrum árum síðani millum Per Stig Møller og Hans Engell og á stríðið í sjeyti árunum millum Erik Ninn Hansen og Erik Haunstrup Clemmensen. Per Stig Møller er fegin um nýggja ráðharran, sum sigst hoyra til hansara part av flokkinum. At hon kemur uppí stjórnina sigst vera orsøkin til, at Per Stig Møller ikki legði frá sær sum uttanríkismálaráðharri, tá ið menningarhjálparøkið og allir pengarnir í tí sambandinum vórðu tiknir fra honum.
Nú Connie Hedegaard aftur er til dystin fús og hevur biðið Danmarks Radio farvæl verður roknað við, at hon er uppløgd krúnprinsessa í flokkinum. Tað verður eisini roknað við, at hon saman við fleiri øðrum nýggjum yngri ráðharrum fer at vera við til næsta árið at økja um møguleikarnar hjá stjórnini at fáa størri undirtøku Í gjár varð fyrsta veljarakanningin kunngjørd, eftir at stjórnin varð umskipað. Fyri fyrstu ferð í meiri enn eitt hálvt ár hava stjórnarflokkarnir Vinstri og Konservativi Fólkaflokkurin tepran meiriluta saman við stuðulsflokkinum, Danska Fólkaflokkinum. Connie effektin, skýrir danska pressan úrslitið, sum fyrst og fremst kemst av, at teir konservativu fáa størri undirtøku.
Stjórnin er toppað, sum teir taka til í svenska íshockey heiminum, og nú skal hon standa sína roynd í eitt ár. Tí er væntaða fólkatingsvalið, sum í Føroyum hevði verið fín veljarakanning, útsett til út ímóti evsta markinum, sum er 21. november í 2005. Tá fer sitandi samgongan í løgtinginum næstan at hava sitið helmingin av sínum valskeiði. So umframt stóra veljarakanning kann sigast, at talan verður um tað, sum teir í USA nevna miðskeiðsval!