Stórsteypadystir í dag

Skipað verður nú fyri stórsteypadysti millum FM vinnarnar og steypa vinnarnar í hondbólti frá í fjør. Tað er REX, ið hevur tikið stig til dystin

 

Tað er ikki óvanligt at síggja meistaralið og steypavinnara bresta saman stutt undan kappingarbyrjar í teimum ymisku lið-ítróttinum kring heimin. Soleiðis verður eisini í hondbóltinum í ár, tí í dag møtast FM vinnarar og steypavinnarar frá í fjør í Hoyvíkshøllini.

 

Hjá monnum er talan um Neistan og KÍF, meðan tað hjá kvinnum skuldi verið millum Neistan og steypavinnarnar Tjaldur, men Tjaldur hevur í løtuni einki lið og hevur tí meldað avboð. Síðani fekk Stjørnan sum tapandi steypafinalistur boðið plássið, men tað helt nýggi venjarin ikki verða nakað gott hugskot, tí skotsbráðið var ov stutt. Tí er tað falli Kyndli í lut at spæla stórsteypa dystin móti Neistanum.

 

Tað verður borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, ið handar steypið, sum Rex letur. REX hevur longu boðað frá, at verður talan um eitt væl eydna tiltak, so verður tað aftur komandi ár.

 

Dystirnir verða í dag í Hoyvíkshøllini. Kvinnurnar spæla klokkan 17, meðan menninir spæla klokkan 19.