Størsti fólkavøkstur í fjúrtan ár

Vit verða alsamt fleiri fólk í Føroyum, og um núverandi fólkavøkstur heldur fram, so eru líkindi fyri, at fólkatalið fer upp um 50.000 í 2017.


Seinasta árið er fólkatalið nevniliga voksið við 626 fólkum, og var 1. mars 49.291 fólk. Tað er ein fólkavøkstur á 1,3 prosent upp á eitt ár, sambært Hagstovu Føroya. Upplýst verður, at talan er um størsta fólkavøkstur seinastu fjúrtan árini.


Tað eru tvær orsøkir til fólkavøkstur, burðaravlop, ið er munurin millum fødd og deyð, og nettotilflyting, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Hetta tíðarskeiðið var burðaravlopi 247 og nettotilflytingin 379.