Størsti matvøruhandil í Eysturoy stongdur

- Høvdu vit bara havt tann eina handilin í økinum, høvdu vit ikki latið aftur, men matvøruhandilin, Brotið í Saltangará, sum sama firma eigur, verður verandi opin, meðan verkfallið er, sigur Fríðbjørg Ljósá, dagligur leiðari í Bónus


Verkfall

Mánadagin læt størsti matvøruhandil í Eysturoy, Bónus á Glyvrum, aftur. Tað er sama firma, sum eigur Bónus á Glyvrum og matvøruhandilin, Brotið í Saltangará. Handilin í Saltangará verður verandi opin, meðan verkfallið er, og Bónus letur uppaftur, tá ið verkfallið er av.

Tómar hillar

Dagligi leiðarin í Bónus á Glyvrum, Fríðbjørg Ljósá, sigur, at nú verkfallið er vorðið so drúgt, hava tey valt bert at hava annan handilin í økinum opnan.
  - Tá ið tað er sami eigari, sum eigur báðar handlarnar, helt leiðslan tað vera rættast at hava annan handilin opnan ? og ikki báðar, tí nógvar av hillunum standa tómar, og í køli-og frystidiskunum er lítil og eingin vøra eftir.
  Hon sigur, at nú bara annar handilin er opin, fara tey væntandi at flyta onkrar vørur út í Brotið, um so er, at vøra er eftir í Bónus, sum er útseld í Brotinum.
  - Tað er ikki nógv meining í hjá sama eigara at hava tveir "tómar" handlar standandi opnar, heldur Fríðbjørg.
  Hon sigur, at nú Bónus læt aftur, vantaðu næstan allar vørur, sum fólk vanliga keypa.
  - Eplir, fruktir og grønmeti vórðu útseld næstan beinanvegin, tá ið verkfallið byrjaði, og síðan eru flestu neyðsynjarvørur, sum fólk dagliga keypa, eisini útseldar.
  Hon vísir á, at nú verkfallið hevur vart í smáar tríggjar vikur, er vøruúrvalið í Brotinum størri enn í Bónus.
  - Hetta kemst helst av, at Brotið hevur havt fleiri vørur á goymslu, tá ið verkfallið byrjaði.
  Fríðbjørg sigur, at nú bakarin, har Bónus og Brotið keypa allar sínar bakaravørur, einki rugmjøl hevur eftir, kann væntast, at lítil gongd verður í handilin næstu dagarnar, tá ið eingi rugbreyð eru at fáa.
  - Vit hava tó skilt, at hveitimjøl er eftir, so ivaleyst verður fransbreyð at fáa eina tíð enn, sigur hon.

Halda frí

Sjey fólk starvast í Bónus á Glyvrum, og sum skilst, hava tey einki ímóti at fáa frí nakrar dagar ? bert dagarnir ikki gerast alt ov nógvir.
  Týsmorgunin, tá ið vit tosaðu við Fríðbjørg, vóru hon og ein onnur kvinna til arbeiðis.
  - Nú kunnu vit gera ymiskt, sum liggur á láni, og sum ikki ber so væl til at gera, tá ið handilin er opin.
  Fríðbjørg Ljósá sigur at enda, at tey, sum nú eru farin heim at halda frí nakrar dagar, meðan verkfall er, kanska kunnu loysa av í Brotinum, um tað er ynskiligt.
  - Annars hava Bónus á Glyvrum og Brotið í Saltangará hvør síni starvsfólk, leggur hon aftrat.