Størsti truckerfestivalur í Skandinavia

Fjúrtan føroyingar vóru við til størsta truckerfestivalin í Skandinavia, har nógvir av flottastu lastbilunum í Evropa vórðu sýndir fram

At flott lakkeraðir og vælútgjørdir lastbilar er nakað sum hevur stóran áhuga millum fólk - kanska serliga mannfólk, hevur føroyski Truckerfestivalurin seinastu árini víst.


Kring um í heiminum eru nógv tílík tiltøk. Eitt av teimum stóru tiltøkunum í Evropa, og tann størsti truckerfestivalurin í Skandinavia, er Trailer Trucking Festival & Nordic Trophy í Svøríki, sum hesaferð var í Linkjøping í døgunum 28.-29. august 2009.


Eitt ferðalið við 14 føroyingum var við til festivalin, har umleið 300 framsýnarar sýndu fram sínar flottu bilar og aðra útgerð til lastbilar. Umframt bilar og útgerð varð eisini skipað fyri ymiskum kappingum.


Í samrøðu í Bilradio á Rás2 sigur Hugo Skorastein úr Leirvík, sum er ein av fyriskiparunum av føroyska Truckerfestivalinum, frá um túrin, og alt sum var at síggja á festivalinum í Svøríki.