Størsti ullavøruhandil í Føroyum er nú á Toftum

- Tað er sera lætt hjá viðskiftafólki, sum koma á gátt, at halda frástøðu í nýggja og rúmliga handlinum, sigur stjórin í Navia, Óli Kristian á Torkilsheyggi.

 

 

Navia hevur seinastu fimm mánaðirnar umvælt handilshølini á Toftum. Henda umvæling og dagføring hevur nú við sær, at handilin er heilar 350 fermetrar stórur. Hetta ger, at Navia á Toftum nú er størsti ullavøruhandil í Føroym.

- Vit hava umvælt handilin við tí fyri eyga at skapa eitt spennandi og forvitnisligt umhvørvi fyri viðskiftafólkini.

Tað sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia. 

##med2##

 

Ráur og náttúrligur

Handilin hevur fingið ein ráan og náttúrligan dám, sum hóskar væl til tær ullintu vørurnar. 

- Umframt handil, so hava vit eisini eina lítla kafé, har vit bjóða kaffi og okkurt søtt til øll vitjandi, sigur stjórin.

##med3##

Navia-handilin er innrættaður soleiðis, at hølið er sera opið og rúmligt, og á henda hátt fáa viðskiftafólk eitt gott yvirlit yvir allan handilin.

- Við atliti at almennu koronu-tilmælunum er sera lætt hjá viðskiftafólki, sum koma á gátt, at halda frástøðu í nýggja handlinum, sigur stjórin, Óli Kristian á Torkilsheyggi.

##med4##

Virksemið miðsavnað

Navia byrjaði sítt virksemi í 2004, og fyri stívliga 12 árum síðan læt fyritøkan handil upp á Toftum. Í 2011 keypti Navia Oyrahandilin á Toftum og miðsavnaði alt sítt virksemi undir einum taki.

- Í samband við, at Eysturoyartunnilin nú letur upp, kann Navia bjóða øllum føroyingum ein nýumvældan, dagførdan og spennandi handil við fjálgum vørum, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi.

##med5##