Størsti vøksturin í løntakarum er hjá teimum yvir 67 ár

Løntakaratalið er vaksið í øllum sýslum síðani 2013, men gongdin kring landið hevur verið ymisk, skrivar Hagstovan. Í tali er størsti vøksturin av løntakarum har, ið eisini tann størsti vøksturin hevur verið í fólkatalinum, í Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Vága sýslum – t.v.s. tær Føroyar, ið eru knýttar saman í einum samanhangandi infrakervi. Men eisini sunnanfjørðs, í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er vøkstur í løntakaratalinum, hóast hesar báðar sýslur hava afturgongd í fólkatalinum.

 

Viðmerkjast skal, at bæði tal av løntakarum og fólkatal er í aldursbólkunum 16 til og við 74 ár.

 

Lutfalsliga er vøksturin í hesum tíðarskeiðnum størstur í Vága Sýsla við 19,4%. Síðan kemur Norðoya Sýsla við 17,8%, Eysturoyar Sýsla við 17,2% og Streymoyar sýsla við 15,1%. Í Sandoyar Sýslu er løntakaratalið vaksið við 13,5% og í Suðuroy 4,7%.

 

Streymoyar sýsla eigur lítlan helming av øllum løntakarunum í Føroyum við 48,3%, meðan Eysturoyar sýsla hevur góð 23,1%.

 

Framgongd hevur verið í løntaratalinum i øllum aldursbólkum síðani 2013. Í tali er nógv tann størsti vøksturin í aldursbólkinum 25–39 ár. Óivað er orsøkin tann, at serliga í hesum aldursbólkinum hevur verið stór tilflyting tey seinastu árini.  Myndin broytist nakað, tá hugt verður eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum í ymisku aldursbólkunum. Og her er nógv størsti vøksturin í tí elsta aldursbólkinum 67-74 ár, sum er vaksin við 44%. Síðani er tað fyrrnevndi ungi aldurbólkurin 25-39 ár, ið eisini roknað á henda hátt hevur stóran vøkstur.

 

Býta vit løntakararnar í bara tveir aldurbólkar, tey yngru 16 til 39 ár og tey eldru 40 til 74 ár, síggja vit, at lutfalsliga er størri vøkstur millum tey ungu enn tey eldru. Hjá teim 16-39 ára gomlu er løntakaratalið vaksið við 21% og hjá teim 40-74 ár eru løntakararnir 11% fleiri.

 

Løntakarar við øðrum enn donskum ríkisborgaraskapi við bústaði í Føroyum er vaksið við 55% í hesum tíðarskeiðnum. Tá vóru hesi 2,5% av løntakaraskaranum og telja í dag 4,4%. Tað er serliga talið av løntakarum við ríkisborgaraskapi uttanfyri Norðurlond, sum er vaksið hesi árini. Lutfalsliga eru flestu útlendsku løntakararnir at finna í húsarhaldstænastum, ið m.a. fevna um reingerð, ruskinnsavnan, hárfríðkan, vakurleikarøkt og venjingarmiðstøðir. Síðan í fiskavøruídnaði og gistihús- og matstovuvirki.

 

Hetta eru tó broytingar í bólkum, sum vóru og framvegis eru ein sera lítil partur av samlaðu løntakarafjøldini í Føroyum. Framvegis er tað soleiðis, at tætt við 9 av 10 av øllum løntakarum eru fødd í Føroyum. Roknað eftir ríkisborgaraskapi eru umframt tey 86%, sum eru fødd í Føroyum, onnur 9% við donskum ríkisborgaraskapi. Roknast kann við, at nógv av hesum eru fødd av føroyskum foreldrum uttanlands, og síðani flutt aftur til Føroya. Tað benda tølini um tilflyting á.