Seint í summar, ella tíðliga í heyst, verða eini 30 nýggj arbeiðspláss afturat í Fuglafirði.
Tí tá letur eitt nýtt virki upp, har í bygdini.
Tað er gamla Handils- og Frystivirki sum nu letur uppaftur.
Men tað er sjálvandi við nýggjari framleiðslu, undir nýggjum navni og við nýggjum eigarum.
Tað var í heyst, at Havsbrún keypti gamla Handil- og Frystivirki.
Og síðani hevur verið arbeitt við at fáa eina ætlan á føtur, so at framleiðsla aftur kundi fáast í virkinum.
Virkið er málað og gjørt ístand . Og nú er tað komið so mikið áleiðis, at tað er greitt, at virkið letur uppaftur seinni í august, ella september.
Hávirkaðar vørur
Tað, sum ælanin er at brúka nýggja virkið til, er at gera hávirkaðar vørur burturúr laksi.
Tað er eitt felag, sum Havsbrún eigur í, sum fer at standa fyri framleiðsluni.
Talan er um felagið ?East Salmon?, sum einstaklingar í Klaksvík eiga saman við Havsbrún og Fiskasøluni.
East Salmon er eitt av teimum stóru alivirkjunum í landinum við bæði smoltstøð, alibrúki, brunnbátum og laksa-sláturvirki.
Og nú fara teir so eitt stig longur og fara virka laksin enn meir.
East Salmon skal nú leiga virkið frá Havsbrún og fer sjálvt at standa fyri framleiðsluni.
Bergur Poulsen, stjóri í Havsbrún, sigur, at ætlanin er at gera lidnar døgverðar burturúr laksinum.
? Tvs, at laksurin verður fyrst skorin til flak
? Men síðani verða fløkini skorin í minni stykki og pakkað í lidnar døgverðar.
? Sumt verður fryst í leysum og sum verður fryst i størri pakkum.
Bergur Poulsen sigur, at endamálið er at økja virðið á laksinum so nógv sum gjørligt, áðrenn hann verður fluttur út og seldur.
Hetta verður annað virkið av hesum slagnum í landinum. Hitt er á Bakkafrost á Glyvrum.
Arbeiði til 30 fólk
Stjórin í Havsbrún sigur, at ætlanin er fyrst og fremst at fáa laks úr alibrúkunum hjá East Salmon á Norðtoftum.
Men alt eftir, hvussu tað gongur, er tað væl trúligt, at virkið eisini fer at keypa laks frá øðrum alibrúkum eisini.
Bergur Poulsen sigur, at marknaðurin fyri vørur úr laksi er stórur og vaksandi um alt Evropa, so hann dylir ikki fyri, at hann hevur góðar vónir um tað nýggja virkið.
Hann sigur, at talan er um eina íløgu uppá seks-sjey milliónir til maskinur og ymsa útgerð.
Teir hava roknað við, at arbeiði verður til eini 30 fólk á tí nýggja virkinum.
Hann hann leggur afturat, at virkið er stórt, so at møguleikarnir fyri at víðka um og økja virksemi munandi, um brúk verður fyri tí, uttan at tað kostar tað stóra.
? Eisini eru góðir møguleikar fyri at gera aðrar vørur á virkinum, sigur Bergur Poulsen.
Sostatt skuldi góðir møguleiki verið fyri enn fleiri arbeiðsplássum át virkinum, leggur stjórin á Havsbrún afturat.