Stórt at síggja dóttrina taka fyrstu fetini

Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum, svarar spurningum um ársskiftið

Miðlahúsið hevur spurt ymisk fólk um, hvussu tey upplivdu 2017, og hvat tey vænta av 2018. Her svarar Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum.

 

Hvussu var 2017 fyri teg?

– Tað var eitt broytingarár, har eg fór frá at vera sjúkrahússtjóri til at vera kringvarpsstjóri. Fór frá at stjórna 800 til 80 starvsfólkum, frá at fyrisita 650 til 65 mió. krónur. Eitt fyri meg meiningsfult starvsskifti. Heima gjørdist árið eisini eitt skiftisár, har elsta dótturin fór í student, meðan tann yngsta byrjaði í vøggustovu.


Hvør var besta upplivingin í 2017?

– At síggja eitt ára gomlu dóttrina Sofíu taka síni fyrstu fet eftir køksgólvinum. Og so fangaði eg hesi fet á Instagram.

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017?

– At vera noyddur at fara í fasta gerðarættin við Ljósmøðrafelagnum í sambandi við óheimilaðu stríðsstig teirra á Landssjúkrahúsinum. Hóast eg eri greiður yvir, at hetta var úrslit av einum fakstríði á LS, ið røkkur minst 12 ár aftur, ørkymlaði teg almikið, at vit blivu noydd at taka hetta álvarsama stig.

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018?

– At taka mær meira av løttum í frítíðini, soleiðis at familjan betri kann merkja, at eg eri til staðar í løtuni. Fyri mína egnu persónligu menning ynski eg mær eisini stundir og umstøður at lesa eina rúgvu av fakbókum um fólkaræði, mentan og miðling av hesum.