Klokkan 22 í annaðkvøld verður stór konsert í Badmintonhøllini í Klaksvík Norska Dansebandet, Countrybólkurin og Elis Poulsen taka lut á stóru konsertini í Badmintonhøllini í Klaksvík, sum byrjar klokkan 22 í annaðkvøld.
Tað er Norðoya frítíðar og ítróttarráð, sum skipar fyri konsertini.
Dyrnar lata upp klokkan 21, og hvørt atgongumerki kostar 250 krónur við dyrnar.
Forsøla er í Magnstøðini og Kunningarstovuni í Klaksvík, fram til klokkan 16 í morgin.