Heyst
Harald hevur stóran áhuga fyri tí sum veksur í jørðini. Honum hevur altíð dámað væl blómur og ymiskan vøkstur. Men fyri fyrstu ferð í vár velti hann eina eplaveltu sjálvur.
- Í vár setti eg umleið 400 epli niður uppi í Gerðinum, omanfyri her vit búgva. Tá ið eg fór at taka uppaftur í heyst, fekk eg undir fyrsta flagnum størsta epli, eg nakrantíð havi sæð. Hetta epli vigaði 705 gramm. Eg gjørdist ovfarin og leyp til húsa at vísa mammu míni hetta stóra eplið, sigur hann.
Harald sigur, at hóast hetta stóra eplið var tað fyrsta, sum kom undan aftur moldini, væntaði hann kortini ikki at fáa fleiri so stór epli.
- Nei, tað væntaði eg avgjørt ikki.
Hann sigur, at hampiliga væl av eplum var í veltuni, sum ikki hevur verið velt í mong Harrans ár.- Í vár velti eg eisini ymisk sløg av rótum, og eg havi eisini gjørt royndir við jarðberum, tomatum og agurkum, sum eg havi havt standandi inni.
Harald sigur, at hann hevur lisið bøkur og hugt at sendingum um, hvussu slík verður dyrkað, og hann dylir ikki fyri, at hann aftur til várs fer í gongd við uppaftur størri treysti.
- Vit fara at byggja okkum eitt lítið vakstrarhús í vetur, sum vit ætla skal standa liðugt til várs.
Hann vísir á, at nú fimleikarhøllin í Tofta skúla varð tikin niður í samband við nýbygging, fekk hann 12 vindeygu, sum hava staðið í skúlanum, og hesi ætla hann og pápin, Símun, at rigga til eitt vakstrarhús, sum ætlandi verður 5x4 metrar til støddar.
- Vindeyguni eru 2,10x1,80 metrar stór, og eg haldi, at tey eru vælegnaði til veggir í einum vakstrarhúsi, sigur Harald S. Hansen, sum er spentur upp á ætlanina.