Stórar broytingar eru í sethúsasøluni. Sambært yvirliti, sum Eik hevur gjørt, sæst, at munandi færri hús verða seld, meðan prísirnir hinvegin halda sær.
Í talvuni sæst broytingin millum annan og triðja ársfjórðing í 2007 mótvegis 2008.
Meðalprísirnir á handlaðum sethúsum, tinglýstir í 3. ársfjórðingi 2008, eru gjørdir upp soleiðis:
(Sí talvu 1)
Hagtølini vísa, at í øllum økjum er talan um eina hækking í meðalprísinum frá 2. til 3. ársfjórðing 2008.
- Hækkingin er tó heldur lítil og, grundað á lítla talið av handlaðum húsum, er ikki grundarlag fyri at tulka hetta sum eina veruliga hækking, men heldur sum, at meðalprísirnir á handlaðum húsum eru rættiliga støðugir í løtuni, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka við heimasíðuna www.eik.fo
Hyggja vit eitt ár aftur, er príslegan í Havn í 3. ársfjórðingi 2008 umleið 10% undir leguni í 3. ársfjórðingi 2007.
Í størri bygdum er príslegan 3. ársfjórðing 2008 eitt sindur lægri, uml. 5%, enn fyri einum ári síðani, meðan príslegan í smærri bygdum er heldur hægri, uml. 5%, enn fyri einum ári síðani.
Munandi færri handlar
Hóast broytingarnar í meðalprísunum eru rættiliga smáar, eru stórar broytingar í talinum av handlum:
(Sí talvu 2)
Bæði í Havn og í størri bygdum er talið av handlum farið niður í eina helvt ella meira upp á eitt ár, meðan talið av handlum í smærri bygdum framvegis er áleið á sama støði sum fyri einum ári síðani.
- Hóast sethúsaprísirnir ikki eru broyttir so nógv farna ársfjórðingin, er lága talið av handlaðum húsum tekin um tvey fyribrigdi: Lutvíst royna seljarar at varðveita prísleguna, og lutvíst eru keyparar ikki sinnaðir ella førir fyri at keypa við so høgum prísum, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik.
Hann vísir á, at henda bíðistøða óivað eisini er merkt av óstøðugu viðurskiftunum, sum valda í fíggjarheiminum bæði í og uttan fyri Føroyar. Tí er framvegis bæði møgueiki fyri, at prísirnir kunnu halda sær og fyri, at prísirnir kunnu falla.
- Um keyparar verða meira sinnaðir ella førir fyri at keypa til verandi prisir, so halda prísirnir sær. Um seljarnir hinvegin sleppa kravinum um verandi prísir, so fara prísirnir at falla, sigur Bjarni Olsen við heimasíðuna hjá Eik.
Kelda: www.eik.fo