Stórt ferðamannaskip vitjar Skálafjørð

MS Zuiderdam er út við 300 metrar langt og er sostatt størsta ferðamannaskipið, sum vitjar Runavíkar havn í ár.

Mánadagin hin 25. juli vitjar stóra ferðamannaskipið MS Zuiderdam Runavíkar havn. Umborð eru umleið 2000 ferðafólk, og manningin telur 850.

 

MS Zuiderdam er út við 300 metrar langt og er sostatt størsta ferðamannaskipið, sum vitjar Runavíkar havn í ár.

 

Í samband við vitjanina verður skipað fyri mentanartiltaki uttan fyri Kunningarstovuna við eitt nú føroyskum tónleiki og sølutorgi.

 

- MS Zuiderdam fer at liggja við Runavíkar havn frá klokkan 8 til 15 henda dagin, vita tey í Runavíkar kommunu at siga.