Stórt fráfall í Runavík

Bert tríggir av ellivu býráðslimum í Runavík stilla uppaftur. Millum teir átta, sum gevast í kommunalpolitikki, er borgarstjórin - Tað kann tykjast óheppið, at so nógvir býráðslimir gevast í senn, men frágongdin er natúrlig, og nú fáa nýggj fólk møguleikan at royna seg, sigur Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri í Runavík, við Rás2.

Teir, sum gevast í býráðspolitikkinum í Runavík, eru Asbjørn Mikkelsen, Kári P. Højgaard, Rodmundur Nielsen, Ólavur Asafsson Olsen, Regin Olsen, Kári Johannesen og Regin Jacobsen. Teir tríggir, sum stilla uppaftur, eru Hans Petur Ellingsgaard, Klæmint Østerø og Kristian Gaardbo.

Borgarstjórin Hans Jacob Lamhauge sigur, at tíðin hjá honum er komin at gevast í kommunalpolitikki.

- Eg havi sitið í býráðnum í 32 ár, og nú er stundin komin at skifta møblar, sigur Hans Jacob Lamhauge, sum hevur verið borgarstjóri í hálvttriðja ár.