Einn norskur krabbameinsgranskari hevur funnið eitt hátt, sum noyðir ágangandi krabbasvullir at fara í dvala uttan at breiða seg.
-Eg eri komin fram á nakað sera spennandi og týdningarmikið. Eg haldi, at eg eri komin eftir, hvussu vit kunnu halda krabbasvullum niðri, sigur granskarin Lars A. Akslen við kringvarpið NRK.
Lars A. Akslen, sum er yvirlækni á Haukeland Universitetssjukehus, hevur verið við í einari amerikanskari kanningarverkætlan, sum hevur vart í fleiri ár. Í kanningunum er tað eydnast granskarunum at leggja ágangandi krabbasvullir í dvala, so teir verða verandi smáir og ikki veksa ella breiða seg. Granskararnir siga, at hetta fer at gera tað møguligt at geva fleiri túsund sjúklingum eina skræddaraseymaða viðgerð.