Altjóða loftferðslufelagsskapurin IATA hevur ikki serliga góðar vónir um ta fíggjarligu gongdina hjá flogfeløgunum næsta ár. Í einari nýggjari meting roknar felagsskapurin við, at altjóða flogferðslan fer at hava einar 5,6 milliardir dollarar í halli í 2010.
Tað er ein daprari meting enn tann, sum IATA kom við fyrr í ár, tí tá var metingin 3,8 milliardir dollarar. Kortini er metingin munandi betri enn úrslitið hjá altjóða flogferðsluni í ár, tí sambært teirri seinastu metingini er hallið hjá flogfeløgunum í ár umleið 11 milliardir dollarar. I
ATA væntar, at 4,5 prosent færri fólk fara at flúgva í 2010 enn í ár.