Upptakt
Sjáldan hevur tað staðið so væl til við fólki hjá EB/Streymi, sum undan dystinum leygardagin móti ÍF á Mølini.
Bert Jákup Martin manglar
Hjá heimaliðnum er tað bert miðvallarin Jákup Martin Joensen, ið ikki er tøkur til dystin móti ÍF. Liðskiparin hevur ein skaða at dragast við, og hann hevur ikki vant seinastu tvær vikurnar.
Sambært verjuleikaranum Fróða Clementsen er hýrurin í EB/Streyma-leguni sera góður eftir 6-1 sigurin á VB farna vikuskifti.
- Lagið hevur verið øgiliga gott undir venjing, tí dysturin sunnudagin var fyrstu ferð í ár, at vit vóru meiri enn tað eina málið framman fyri mótstøðuliðið. Vit skulu tó ansa eftir, at vit ikki flúgva ov høgt undan dystinum móti fuglfirðingum, heldur Fróði Clementsen.
- Allir mans hava vant við fullari ferð alla vikuna, við undantaki av Jákup Martini, og tað er langt síðani, at tað hevur verið so hørð kapping um plássini, sigur sterki verjuspælarin.
Tunt við fólki í Fuglafirði
Stendur tað væl til við fólki á Eiði, so er støðan júst tann øvugta Ein av royndastu leikarunum hjá ÍF, Símun Eliasen, sigur, at fuglfirðingar eru nógv skerdir undan dystinum á Eiði.
- Fritleif í Lambanum og Eyðálvur Petersen eru farnir av landinum, og Magni á Lakjuni er jú givin. Í farnu viku vóru Gunnar Nielsen, Tórður Thomsen og Hanus Eliasen ikki við vegna skaða, men Hanus er tøkur aftur, hóast hann manglar eitt sindur av dystarvenjing, men Gunnar og Tórður verða ikki við, sigur Símun Eliasen.
Harumframt er ógvuliga ivasamt, um Pól Ennigarð verður við, og sambært Símuni Eliasen er lítið, sum bendir á, at royndi verjuleikarin verður klárur til dystin á Mølini.
ÍF hevur hugt seg um eftir styrki til liðið, nú mannfallið er so stórt, men Símun Eliasen sigur, at tað eydnaðist ikki at fáa nakran styrk, áðrenn evstamark fyri tilmelding av spælarum til hetta kappingarárið var, og tí er neyðugt hjá fuglfirðingum at dúva upp á sítt egna unga tilfar.
EB/Streymur og ÍF hava hitst tvær ferðir áður í hesum kappingarárinum, og sundlagsmenn vunnu 3-2 í Fuglafirði, meðan úrslitið á Mølini fyrr í ár gjørdist javnleikur 2-2.