Fríggjadagin í síðstu viku hitti virkandi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, summarfestival-menninar, Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø. Fundurin var ætlaður til eina skjóta og fyrstu eftirmeting av Summarfestivalinum og at avráða, nær næsti Summarfestivalur verður.
Avtalað varð, at Summarfestivalur nr. 10 verður í døgunum 8. 10. august 2013, har kanska okkurt minni tiltak verður sunnudagin hin 11. august.
Við á fundinum vóru eisini Louis Poulsen, samskipari, Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, Jón Harald Poulsen og Jákup Jacobsen frá vegadeildini, sum hevur staðið fyri uppruddingini, Torkil Mørkere, leiðari í Svimjihøllini, sum hevur havt sera nógvar summarfestivalgestir á vitjan og Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Samanumtikið var stórt nøgdsemi um Summarfestivalin 2012 og tey mongu tiltøkini, hann hevði at bjóða. Eitt, sum hevði lætt um hjá øllum, bæði við til- og avrigging, var tað avbera góða veðrið. Hetta var eisini viðvirkandi til, at alt kring tónleikatiltøkini virkaði væl, og vórðu tey væl vitjað.
Meðan vit stóðu í góðveðrinum í garðinum hjá Gepetto, kom tyrlan við hurðini opnari framvið, tí nú skuldi Norðlýsið hava nýggjar myndir til Sjómannadagin, sum verður hin 18. august leygardagin komandi.
Orð & Myndir: Dávur Winther.