Stórt norðoyastevnublað í morgin

Í sambandi við norðoyastevnuna, sum verður um vikuskiftið, hevur Sosialurin gjørt eitt stórt serblað við tilfari rundanum stevnuna

Norðoyastevnan er í hondum, og í hesum sambandi hevur Sosialurin gjørt eitt stórt serblað. Serblaðið, sum telur 36 síður, hevur tilfar rundan um stevnuna, og sjálvandi er norðoyastevnuskráin eisini við.
Vit hava millum annað tosað við børnini í útibarnagarðinum Fjallafípuni, Aleksander Djordjevic, vitjað nýggja matstovu á Viðareiði og sjálvandi er eisini kappróðrar og fótbóltstilfar við í blaðnum.
Sosialurin, við eyka norðoyastevnublaðnum, verður borin út í hvørt hús í Norðoyggjum.