Vápnaðir menn brutu í nátt inn í Dansk Værdihåndtering í Glostrup Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at menninir brúktu ein truck ella ein krana til innbrotið, og at teir vóru vápnaðir við riflum ella maskinbyrsum.
Inni á stovninum vóru fólk í ferð við at telja pengar frá ymsum handlum og at savna teir í sekkir, og sambært løgregluni tóku innbrotsmenninir fleiri pengasekkir við sær. Síðani rýmdu teir í trimum ella fýra svørum Audi-bilum við útlendskum nummarplátum. Sambært TV2 høvdu bilarnir polskar nummarplátur.
Sum skilst løgdu innbrotsmenninir eina bumbu eftir seg, og tað noyddi myndugleikarnar at steðga tokferðsluni.
Tey seinastu tíðindini siga, at løgreglan hevur tikið nakrar av innbrotsmonnunum.