1. Jákup Mikkelsen
Herfølge
14 landsdystir/0 mál
Vardi málið fyrra hálvleik av dystinum. Má sigast at hava røkt uppgávuna til fulnar, við tað at danir fóru málleysir til hálvleiks.
Var yvirhøvur til reiðar, tá brúk var fyri honum, men tað dregur frá, at hann tykist hava trupulleikar av høgum innleggum nær málinum.
Fekk samanumtikið prógvað, at hann eigur at vera fyrsta val millum stengurnar.
3. Óli Johannesen
AGF
45/1
Stóð seg væl í verjupartinum, har hann ofta fekk fatur á donsku royndunum at spæla seg ígjøgnum. Hevði eina framúr takkling í seinna hálvleiki, tá hann vardi fyri Dennis Rommerdal.
Hevur tó trupulleikar við at spæla bóltin upp, men spældi seg á ongan hátt av liðnum.
5. Hans Fróði Hansen
Sogndal
12/1
Vísti sum vanligt stóra styrki í luftspælinum, har hann eisini var ein hóttan framman fyri danska málið.
Tóktist við hvørt eitt sindur tungur tá spælt varð skjótt eftir jørð, men hesin partur av spæli hansara tykist tó at batna í stórum. Telist uttan iva millum teir fyrstu 11 komandi landsdyst.
3.Jens Kristian Hansen
B36
35/2
Var helst tann av føroysku miðverjuleikarunum, sum stóð seg best samanlagt. Sterkur í luftspælinum, og fekk eisini fatur á nógvum bóltum niðri á grasinum. Bóltførleikin er eisini somikið góður, at hann betur enn hinir verjuleikararnir megnar at spæla bóltin niðan eftir vøllinum.
Var tó atvoldin til frísparkið, sum førdi til seinna danska málið, og togar hetta niður í heildarmetingini.
9. Allan Mørkøre
HB
50/1
Ein skal leita langt aftur, fyri at finna ein dyst, har Allan hevur havt tað so trupult. Tóktist tyngri enn vanligt, og í einstøkum førum sá hann beinleiðis ótryggur úr.
Spældi seg tó nakað upp saman við liðnum, móti endanum av fyrra hálvleiki, men útskiftingin tóktist tó náttúrlig. Eisini havandi í huga, at hann tá hevði fingið gult kort.
8. Julian Johnsson
Sogndal
34/1
Eftir at hann í fjør endaði landsliðsárið við tveimum heldur lakum dystum, fekk Julian veruliga prógvað, at hann er sjálvskrivaður lutur á landsliðnum.
Arbeiddi sum ein hestur allar 90 minuttirnar, og hóast talið av adressuleysum sendingum var í yvirkantinum, so vigaði talið av vunnum bóltum væl og virðiliga upp móti hesum. At hann so eisini megnar at renna ein av skjótastu bakkunum í bestu italsku deildini av, sigur ikki so lítið um styrki hansara.
Uttan iva besti føroyski leikari í dystinum.
11. John Petersen
Leiftur
26/2
Taldist so avgjørt millum bestu føroysku leikararnar í fyrra hálvleiki, har hann var við í stórum parti av framrættaða føroyska spælinum.
Dugur sum fáur at verja bóltin, soleiðis at tað eisini ber til at spæla beint á, tá ein mótstøðumaður er í rygginum, og kann tí eisini skapa frið um føroyska spælið.
Varð í seinna hálvleiki trýstir longur aftur á vøllin, og varð tá ikki eins sjónligur, sum hann var fyrstu trý korterini.
6. Sámal Joensen
Leiftur
17/0
Tað sær kanska ikki altíð út av so øgiliga nógvum, tá Sámal er á vøllinum, men við evnum sínum at bakka viðleikarar upp, er hann ein av hornasteinunum í royndunum at flyta føroyska spælið longur niðan á vøllin.
Fekk eisini órógvað nógv av danska uppspælinum, soleiðis at liðfelagarnir fingu stundir at koma upp á pláss í verjupartinum. Ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist føroyingunum at taka ferðina av danska spælinum.
4. Øssur Hansen
B68
39/1
Tóktist serliga í fyrra hálvleiki at hava trupulleikar við at plasera seg, og var fleiri ferðir vandi á ferð, tá danir sluppu oman at hansara baklinju.
Spældi seg kortini nakað upp, og hevði eisini eina frálíka frísparksroynd, sum noyddi Schmeichel at vísa síni evni.
Er kanska í so bundin at smáspælinum við bóltinum, tá hann í fleiri førum heldur átti at roynt seg við longum skiftum.
7. Uni Arge
ÍA Akranes
30/6
Varð tikin fram um Kurt Mørkøre í álopinum, og prógvaði eisini, at hann als ikki verður lættur at syfta av liðnum..
Var beinleiðis óheppin ikki at fáa mál, tá ein danskur hælur avrættaði ein fluktara, sum hevði beina kós móti meskunum. Harumframt átti hann eisini eitt brotsspark, tá Thomas Helveg nýtti hondina til at verja fyri skoti.
Útskiftingin var tó heilt náttúrlig, tí hetta var eitt upplagt høvi hjá venjaranum at síggja bæði Una og Kurt í samspæli við Toda.
10. Todi Jónsson
FC København
40/9
Hevði risamøguleika at skora í seinna hálvleiki, tá hann snildisliga fekk bóltin upp um Schmeichel.
Vit fingu tó sjáldan at síggja størstu styrkina hjá Toda, har hann nýtir ferð sína til at renna frá mótstøðuverjuni. Hetta hekk tó eisini saman við, at Rene Henriksen lá ógvuliga djúp í miðverjuni. Í løtum tóktist tað eisini soleiðis, at ov stórar byrðar lógu á herðum hansara, soleiðis at føroysku leikararnir í løtum ikki gjørdu nóg stóra nýtslu av øðrum álopsmøguleikum.
16. Jens Martin Knudsen
Leiftur
51/0
Vardi føroyska málið í seinna hálvleiki, og noyddist tvær ferðir í meskarnar eftir bóltinum.
Hevði ongan møguleika at verja fyri fyrsta málinum, men átti sín lut í 2-0 málinum. Hevði annars tvær frálíkar bjargingar, tá menn vóru leysir, men var eisini heppin í einum føri, tá bólturin støkk skeivt upp aftur av vøllinum.
Nølaði eisini ov leingi ta einu ferðina, tá sparkast skuldi burtur, soleiðis at vandi kundi staðist av hesum.
17. Fróði Benjaminsen
B68
6/0
Fekk ikki so langa tíð á vøllinum, og kann tí vera heldur torført at meta um avrik hansara. Fekk ongantíð stundir til veruliga at fella inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til.
Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen.
15. Kurt Mørkøre
Sogndal
30/2
Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroyska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við.
Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum annað tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum.
12. Henning Jarnskor
GÍ
35/2
Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan.
Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum.
18. Rógvi Jacobsen
KÍ
6/0
Kom á vøllin fyri John Petersen seinastu 10 minuttirnar. Kom í einstøkum førum væl við í føroyska uppspælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál