Stórt skrædl í Streymnesi

Úrtøkan var ein heilt onnur, enn hon var á Ólavsøku, tá ið sandoyingar í dag vitjaðu við Margárir í Streymnesi.

Úrslitið var 8-0 til heimaliðið, sum í øllum lutum var greitt omaná.

Nógv av hesum kappingarárinum hevur miðvallarin Brian Olsen verið plágaður av skaða. Í dag var hann m illum teir fyrstu ellivu, og tað var eiti á, sum hann takkaði fyri álitið.

Brian Olsen setti hol á í 12. minutti. Sekundvísarin hevði bara verið runt eina ferð aftrat, tá ið hann aftur skoraði, og tveir minuttir undan steðginum staðfesti hann hattrikkið.

Í 2. hálvleiki trumfaði hann við at skora fyri fjórðu ferð!

Tá ið Daniel Udsen í síðstu løtu undan hvíldini hevði økt til 4-0, var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Einki eydnaðist hjá B71, sum leið undir, at liðformaðurin Símun Hansen var leikbannaður, og at stríðsmaðurin á vinstra vongverja, Frits Eið, longu miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum.

8-0 og fín aðalroynd hjá EB/Streymi undan steypafinaluni í Klaksvík fríggjadagin.

B71 ferðin suður aftur var ikki so hugalig í kvøld, sum hon var tað eftir Ólavsøku. Sigurin á HB tóktist hava mettað teir gulu og bláu so mikið, at tað orduliga sást aftur í avrikinum ella rættari manglandi avrikinum við Margáir, har dómarin ongantíð hevði gula kortið á lofti!

 

 

EB/Streymur-B71 8-0 (4-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Brian Olsen 12.

2-0: Brian Olsen 13.

3-0: Brian Olsen 43.

4-0: Daniel Udsen 45.

5-0: Gert Hansen 49.

6-0: Brian Olsen 55.

7-0: Hans Pauli Samuelsen 72.

8-0: Daniel Udsen 83.

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen - Gudmund Nielsen (Leif Niclasen, 11.), Pauli G. Hansen (Kristoffur Jakobsen, 57.), Brian Olsen, Daniel Udsen - Sorin Anghel Hans Pauli Samuelsen, 57.), Arnbjørn Hansen

B71: Predrag Markovic ? Bojan Zivic, Marko Stanic (Rúni Joensen, 65.), Jóhannes Jensen, Frits Eið (Hanus Clementsen, 25.)? Danilo Kovacevic, Bogi Hermansen, Mikkjal Hentze, Mads Hentze, Ebbe Kristin Thomsen (Thomas Hans Rubeksen, 46.) - Høgni Midjord

 

----------

 

 

Liðugt

8-0!

 

85 min.

8-0

Daniel Udsen skoraði eftir horna og út frá aftur eftir 83 min.

 

------

 

 

75 min.

7-0

Hans Pauli Samuelsen hevur við langskoti økt um leiðsluna, og nú restar lítið í, at talan fer um at vera um størsta sigur í kappingini higartil í ár.

 

-------

 

65 min.

6-0

Rúni Joensen er komin inn á B71 liðið fyri Marko Stanic

 

---------

 

60 min.

6-0

EB/Streymur hevur skift út:

Fyri Sorin Anghel er Hans Pauli Samuelsen komin á vøllin, og Kristoffur Jakobsen hevur loyst Paula G. Hansen av.

 

------

 

55 min.

6-0

Brian Olsen hevur skorað fyri fjórðu ferð, eftir at Sorin Anghel spældi seg ígjøgnum í vinstru og legði innfyri!

 

----

 

50 min.

5-0

EB/Streymur hevur lagt fyri, sum teir endaðu 1. hálvleik.

Í 49. minutti økti Gert Hansen um munin eftir fínt álop.

B71 hevur skift Thomas Hans Rubeksen inn fyri Ebbe Kristin Thomsen

 

Hálvleikur.

4-0

Sandoyingar hava ikki verið at kent aftur, eftir rimmar avrikið, sum teir sýndu á Ólavsøku.

Heimaliðið hevur verið púra greitt omaná, og spurningurin er bara, hvussu stórur heimasigurin fer at verða.

 

-----

 

45 min.

4-0

Daniel Udsen hevur úr 25 metrum sent fríspark upp um manngarðin og dygst inn við stólparótini aftanfyri Predrag Markovic.

 

42 min.

3-0

Ógvusliga trýstið, sum heimaliðið legði fyri við, linkaði eina løtu, men heimaliðið hevur havt eina rúgvu av møguleikum, og nú er 3-0.

Aftur hesa ferð var tað Brian Olsen, sum skoraði!

 

20 min.

2-0

Tað hevur gingið skjótt hjá EB/Streymi, sum eftir lítlari løtu hevur skorað tvey mál.

Í fyrra førinum var tað eftir horna og út frá. Ein av heimamonnunum fór um koll, og tá ið Brian Olsen royndi seg úti frá, rakti bólturin í liggjandi mannin, og fór so í málið.

Lítla løtu seinni var miðvallarin Brian Olsen aftur upp á spæl, tá ið hann sendi langskot upp í málhornið!

 

 

EB/Streymur-B71 kl. 15.00

 

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen - Gudmund Nielsen (Leif Niclasen, 10.), Pauli G. Hansen, Brian Olsen, Daniel Udsen - Sorin Anghel, Arnbjørn Hansen

B71: Predrag Markovic ? Bojan Zivic, Marko Stanic, Jóhannes Jensen, Frits Eið ? Danilo Kovacevic, Bogi Hermansen, Mikkjal Hentze, Mads Hentze, Ebbe Kristin Thomsen - Høgni Midjord