Stórt skuffilsi í Eclipse

Fríggjakvøldið var lagt upp til ársins dansikvøldið og nógv vóru samd um, at hetta kundi verða eitt av tónlistarligu hæddarpunktunum í ár, men soleiðis varð als ikki. Eclipse er kent fyri at halda nøkur sera góð dansikvøld og tí var eisini lagt upp til hetta fríggjakvøldið. Høvuðsattraktiónirnar hetta kvøld vóru Lizzie og Alex, ella rættari: tað var tað, sum stóð á dýra atgongumerkinum.

 

Nógv fólk vóru møtt upp í Eclipse til ársins dansikvøld, sum tó als ikki varð ársins dansikvøld hóast alt. Hóast ein seðil við inngongdina upplýsti, at Alex hóast alt ikki kom hetta kvøldið, vóru sera nógv, ið ikki høvdu frætt hetta. Ein stórur partur av dansandi fólkunum høvdu nevniliga keypt atgongumerkini eitt sindur bíligari, áðrenn konsertin byrjaði. Øll hesi vórðu tí noydd at frætta frá øðrum dansandi fólki, at størsta stjørnan Alex hóast als ikki ætlaði sær at koma. Eitt er, at ein sangari knappliga avlýsir eina konsert, men nakað annað er, at fyriskiparirnir gloyma at siga øllum frá, at sangarin hevur avlýst. Tá ið man hevur goldið so nógvan penging fyri at hoyra ein sangara, følir man seg hildnan fyri gjøldur, um hesin sangarin als ikki kemur. Um 3-tíðina kom Lizzie endiliga á pallin og spældi nøkur vælumtókt løg, sum hava verið at hoyrt uttan steðg seinastu mánaðirnir. Hennara framførsla við tveimum dansigentum var stak góð, men gleðin varð sera stutt. Eftir 3-4 løg takkaði Lizzie fyri seg og harvið helt dj-dansurin fram restina av kvøldinum. Hóast hýrurin var góður millum tey nógvu dansandi fólkini, ið høvdu fingið okkurt niðurum, var tað eitt stórt skuffilsi, at fyriskiparirnir gloymdu at siga frá, at kvøldið knappliga væntaði høvuðsstjørnuna