Atli Eðvaldsson, sum var landsliðsvenjari hjá Íslandi frá 1999 til 2003, er ávegis til Føroyar at samráðast við TB/FC Suðuroy/Royn. Hann millum drúgvastu landsliðsspælararnar hjá Íslandi. 59 ára gamli íslendingurin spældi heilar 70 landsdystir og var liðskipari næstan helmingin av dystunum. Hann spældi sín fyrsta dyst í 1976 og takkaði fyri seg sum spælari í 1991.
Atli Eðvaldsson kemur til landið í morgin, og skal samráðast við TB/FC Suðuroy/Royn um starvið sum venjari. Sum skilst, so er fyrrverandi landsliðsvenjarin positivur um eitt møguligt samstarv.
Samanlagda liðið í suðuroynni hevur leingi arbeitt við at fáa ein venjara til felagið. Millum annað skrivaði In.fo um Roger Franzen, ið hevur royndir frá Allsvenskuni, sum vendi á flogvøllinum á veg til Føroya.
In.fo skilir, at felagsliðið eisini hevur leitað í millum annað Norra, men at tað nú verður fyrst og fremst arbeitt við at fáa eina avtalu við Atla Eðvaldsson.