Stórt tónleikakvøld í Løkshøll

Leygarkvøldið 8. mai kl. 19.00 bjóðaðu Kristiliga sjónvarpsrásin IKTUS og Betesdakórið til tónleikaløtu í Løkshøll í Runavík

Tey, sum komu við bili kl.18.15 fingu ikki parkeringspláss uttanfyri Løkshøll, tí longu tá var væl av fólki komið, sum vildu tryggja sær eitt gott pláss inni í høllini. Nógv fólk úr Klaksvík var at síggja millum áhoyrararnar, og onkur segði, at tað er tí, at klaksvíkingar eru so góðir við Betesdakórið.


Ein av teimum, sum møtti upp millum tey fyrstu, var 93 ára gamli klaksvíkingurin Jógvan Gerðalíð, sum hevur havt alsk til bæði kingosang og kórsang í ein langan mansaldur. Jógvan minnist, tá kórið varð stovnað í 1926. Bert nøkur fá ár seinni kom hann upp í kórið sum ungur drongur, og hann hevur øll hesi árini fylt við hvussu kórið hevur ment seg til tað, tað er í dag. Hann hevur eisini stjórnað kórinum eitt tíðarskeið. Tí má tað hava verið ómetaliga stórt fyri Jógvan Gerðalíð at uppliva hesa serstøku løtuna í Løkshøll, tá Betesdakórið leveraði tað besta av tí besta meðan LIVE-upptøkutólini rullaðu, og áhoyraraklappini rungaðu um høllina.


Teir, sum stjórna kórinum í dag, eru Jógvan við Keldu, Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre. Àrni Jacobsen stjórnaði kórinum ígjøgnum alla skránna, meðan Torkil sæt við klaverið. Hetta gjørdu teir meistarliga, meðan Jógvan við Keldu, sum í mong ár hevur borið tunga lessið í kórinum, sæt millum áhoyrarnar og kundi njóta kórið í frástøðu. Nógvir aðrir tónleikarar vóru eisini við, sum vit t.d. kenna aftur frá teimum væl umtóktu sangløtunum hjá sangbólkinum Vitanum.


Nógv er at fyrireika til eina slíka tónleikaløtu, sum skal sendast beinleiðis. Nógv varð runnið aftur og fram á pallinum teir seinastu minuttirnar undan startinum, men tá klokkan sló sjey, steig Eyðun Jacobsen fram á pallin, og harvið var tónleikaløtan byrjað. Eyðun leiddi sangløtuna, og Torkil Mørkøre var kapellmeistari.


Skráin byrjar


Tá kórið hevði sungið fyrsta sangin, “eg nú Jesusi gevi mítt hjarta,” gekk tað sum eftir ánni, og kendir og nýggir sangir, við leikandi løttum spæli og framførslu, kendist sum ein leskiligur drykkur hjá eini tystari sál. Orðini og boðskapurin í sangunum, hesa stóru tónleikaløtuna í Løkshøll, gjørdi eina uppbyggjandi innrás í sálunum hetta kvøldið.


Sum nakað nýtt legði ein merki til, undir fleiri av sangunum hjá kórinum, at til hvørt ørindi komu skiftandi røddir fram á pallin, ávíkavist sum solo, tvírødd, trio ella kvartet, samstundis sum sangurin eisini varð settur eitt sindur upp. Hetta fyribrygdi fleyt ómetaliga væl og gav sangframførsluni nakað serskilt. Kórið var, í røttum Gaither-stíli, sitandi undir allari framførsluni – og góðskan og sanggleðin var ikki eitt fet aftanfyri Gaither.


Jóhan við Neyst syrgdi fyri, at áhoyrarnir eisini fingu innlit í onkra av søgunum aftanfyri sangirnar, t.d. sangin, tá tígnandi í undran Harri Drottur. Sangurin ferðaðist eina langa og kringluta leið, áðrenn hann gjørdist altjóða fólkaogn.


Svenskarin, Carl Boberg, skrivaði sangin eftir ein seinnapart, tá hann var á veg heim frá Gudstænastu. Hetta var ein av teim vakrastu døgunum, har náttúran stóð í fullum blóma. Brádliga kom eitt myrkt skýggj inn frá havsbrúnni saman við snarljósi, toru, regni og stormi, sum legði seg hóttandi yvir kornmarkirnar. Hetta vardi tó bert eina lítla løtu, so stilnaði av og ein ælabogi spenti seg yvir hválvið. Hetta náttúrufyribrygdi gav íblástur hjá Carl Boberg at skriva sangin, tá hann um kvøldið stóð við opnum vindeyga og hugdi út yvir Mønsterås víkina, sum lá so spegilsblonk framman fyri honum.


Hann skrivaði sangin í 1885, og fyrstu ferð sungin í eini kirkju í Vårmland í Svøríki í 1888. Sangurin varð væl móttikin. Úr Svøríki kom hann til Estonia. Varð týddur til týskt í 1907 og til Russiskt í 1912. Tað var bretski trúboðin í Ukraine, Stuart Hine, sum týddi sangin til enskt og tók hann við sær til Bretlands, har hann varð sungin á eini evangeliskari fundarøð undir fyrra heimsbardaga. Í 1954, tá Billy Graham hevði sína víðakendu evangelisku fundarøð í London “The London Crusade,” tók Billy Graham sangin til sín, og harvið gjørdist sangurin, undir kønu kórleiðslu Cliff Barrows og borin fram av kendu solorøddini hjá George Beverly Shea, altjóða fólkaogn. Eitt skifti var hann nr. 2 á hitlistunum aftaná heimskenda sálmin, Amazing Grace.


Jublandi gleði


Tá kórið framførdi sangin, syng lovsong og prís og ver glað, var tað sum um, at kórið fekk salin at lætta sær á, tá niðurlagið varð sungið saman við klappandi áhoyrarum......ver glað, ver glað, tú útvalda sál, á, ver glað!


Tá sangløtan var komin í helvt, hevði Eyðun Jacobsen eina samrøðu við Anju Hansen, sum er í orðsins sonnu merking arbeiðandi stjóri í IKTUS. Í samrøðuni gjørdi hon greitt, at um IKTUS skal kunna halda fram, so er tað neyðugt, at tey fáa enn fleiri regluligar fíggjarligar stuðlar. Anja gjørdi vart við markleysu møguleikarnir við eini sjónvarpsstøð sum hesari: “Við støðini náa vit út til alt fólkið við orðinum!”


Á skránni endaði sangløtan við sanginum, vit ferðast heim at møta teim, sum synd og sorg ei kenna. Fólkið klappaði kórið upp úr stólinum, og standandi góvu tey okkum ein sang afturat, sum lá uttan fyri skránna. Kristiliga sjónvarpsstøðin IKTUS og Betesdakórið góvu okkum øllum, hetta kvøldið í Løkshøll, eitt sangupplivilsi av teimum fáu, sum vit koma at minnast og liva upp á leingi. 


Poul Jóhan Djurhuus