? Stórt tillukku til løgregluna!

Carl August Arge, rúsdrekka- og narkotika ráðgevi, eisini kendur sum ein av stigtakarunum til náttarravnarnar, fegnast um, at løgreglan endiliga hevur handtikið fólk í sambandi við rúsevnissølu í Føroyum

Narkotika

? Eg havi ikki hoyrt tíðindini, men hetta varð eg ótrúliga glaður fyri at hoyra, sigur ein ógvuliga fegin Carl August Arge í telefonini, tá Sosialurin bað um eina viðmerking til handtøkurnar hjá løgregluni.
?Hetta hevur jú verð væntað leingi og fólk hava longst eftir, at hetta fór at henda. Vit hava jú vitað, at tað hevur verið skipað søla í Føroyum leingi, og løgreglan hevur allatíðina sagt, at teir arbeiða við málinum. Eg kann ikki gera annað enn at geva mítt stóra tillukku til løgregluna.
Carl August Arge sigur, at nú er bert at vóna at fólkini fáa sína revsing. Bakmenninir eru snild, og teir kenna smogurnar, og hava ferð eftir ferð megnað at snúgva sær undan. Hann vónar, at løgreglan hevur nóg nógv prógv til at fella teir.

Men...

... hetta er bert ein trupulleiki. Sambært Carl Augusti er drekking hjá ungum undir 18 minst ein eins stórur trupulleiki, sum tað, at ung nýta rúsevnir.
? Tað vísir seg, at alt ov nógv ung drekka ov nógv og ov tíðliga. Hetta er ein trupulleiki, ið verður tikin í ov lítlum, álvara. Lógin sigur jú, at tú hevur ikki loyvi at keypa fyrr enn tú ert fyltur 18 og tú hevur heldur ikki loyvi at keypa til nakran, ið er yngri enn 18. Hetta eigur at verða sætt, sum eitt lógarbrot, tá ung undir 18 rúsa seg, metir Carl August.
Rúsdrekka- og narkotika ráðgevin heldur, at tað er beinleiðis samband millum drekking, rúsevnisnýtslu og royking. Tað eru tey somu fólkini, sum drekka, roykja og nýta rúsevnir. Um tu byrjar at roykja, er størri vandi fyri at tú fer at roykja, og um tú longu drekkur og roykir er vandin so aftur størri fyri, at tú fert yvir til tey sterkaru rúsevnini.
? Meira eigur at vera gjørt fyri at fáa betri skipað rúsfrí umhvørvi. Farið skal verða út á skúlar og broyta hugburðin hjá teimum ungu. Eisini skal teirra førleiki til at siga nei styrkjast. Nógv hevur verið gjørt, men nógv meira kann enn gerast.
Men Carl August var tó framvegis fegin um, at tað eydnaðist løgregluni um at fáa tikið bakmenninar til rúsevnissøluna. Hetta er nakað, sum hann vónar, kann steðga rúsevnisnýtsluni her á landi.