Endamálið er at savna inn pening til Onglandsferð hjá 35 skótum í summar.
Tiltakið letur upp kl. 10 á morgni, og stendur við til kl. 18
Á skránni er nógv ymiskt til børn og til barnsligar sálir, eitt rættiligt tiltak fyri alt húskið.
Har verður møguleiki at fáa andlitið málað, og at flætta stuttligar flættur.
Møguleiki verður eisini at klintra á einum klintriveggi, syngja barnasangir, at dansa, hoyra søgur og síggja film.
Í Læraraskúlahøllini verður við jøvnum millumbilum vístur filmur frá onkrum legum, sum skótar hava verið á fyri árum síðani, og
Klokkan 16.00 fer gitna kórið Unitet Voices at syngja í ein hálvan tíma.
Kórið venur hendan dagin á skúlanum til stóra konsert, sum verður í Fríðrikskirkjuni sunnudagin. Leiðari á kórinum er Eirikur Skála.
Og so er sjálvandi stórur loppumarknaður og gott køkutombola.
Allan dagin ber eisini til at keypa okkurt at eta og drekka í matstovuni á skúlanum, og lagt er upp til ein veruligan hugnadag hjá øllum í húsinum á Læraraskúlanum henda leygardagin.
Er onkur, sum hevur gott tilfar til loppumarknaðin, ber til at koma við tí fríggjakvøldið millum kl. 18.00 og 22.00.
Um onkur eru, sum vil hava bil at koma aftir lutunum, ringið so á tlf. 313501, so verða lutirnir heintaðir.