Í sambandi við, at altjóða eldraár er í ár, skipar áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum fyri stórum tiltaki í nýggju hølunum, Smæruni í Klaksvík.
Tiltakið verður fríggjadagin hin 26. oktober, og lagt verður fyri klokkan 17.
Ein skrá er løgd fyri tiltakið, og Sigvald Kristiansen, lækni, verður gestarøðari.
Umframt at borðreitt verður við smurdum breyði, køkum og kaffi, verður eisini mótaframsýning við klæðum úr sekstiárunum.
Lutaseðlar verða burturlutaðir, og Torkil Mørkøre spælir til sang.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum.