Stórt UG = 13

    

Heri Mohr
????????

Í fjør gekk musicalin PHANTOM OF THE OPERA fyri fullum húsi í Det Ny Teater í Keypmannahavn triðja árið á rað. Eina slíka undirtøku kann onki annað leikhús í
Danmark breggja sær av. Hetta er ein av fleiri sangleikum, sum Andrew Lloyd Webber hevur gjørt tónleikin til.
Og nú hevur Norðurlandahúsið í Havn gloppað dyrnar og loyvt skúla- dansara- og tónaungdómum - umleið 80 í tali - at framføra sangleikin JÓSEF OG ÓTRÚLIGA LITFAGRA DREYMAKOTIÐ eftir Webber & Rice, umsettur til føroyskt av Dánjali Hoydal og Onnu Kristin Bæk. Leikstjórnað hevur Jákup Veyhe.
Hevði satt at siga uppgivið at síggja sangleikin, tí ógjørligt var at fáa billett, sølan gekk heit sum heitt breyð, men til alla Guds lukku hevði teldan onkursvegna drillað, tí fyrrapartin týsdagin 16. í h. lógu 200 billettir óseldar í onkrari skuffu, er mær fortalt, hóast útselt varð fráboðað í góðari tíð.
Glaður og spentur setti eg meg á góðan sess, og tjaldið fór til viks!
Fólk flest eru yvirhøvur ótolin, og millum manna verður hildið, at frægast man vera at dylja hendan eginleikan, men tað átti ikki at verið so, tí, er tað nakað, sum fer avstað
við fúkandi ferð, so er tað tíðin. Soleiðis tyktist løtan umleið 1 1/2 tími hendan seinnapartin í Norðurlandahúsinum at vera farin alt ov skjótt, og eg ivist ikki í, at tey umleið 7000, sum hava sæð og hoyrt sangleikin JÓSEF, hava rópt innantanna: -
Meira, meira, syngið meira.
Hendan løtan var satt at siga ein av teimum, ið ikki verða gloymdar. Vit kunnu loyva okkum at siga, sum normaðurin á sinni í villari gleði áhaldandi segði: - Det var toppen! Jamen, det var toppen! Ella sum ein klaksvíksingur segði: - Hatta var veldugt!
Sangurin "Dagar í Kána" var ein sonn perla, a catching song, men einki eigur at verða tikið fram um annað í leikinum, tí alt var professionelt gott, og tað gav yl í sálina.
Stórt ug, l3 til øll 80.


P.S.
Tað er spell, at tað ikki stendur í skránni, hvussu sangleikurin Jósef eitur á enskum.
HM