Byggingin av Skúlanum við Streymin gongur væl, og sjálvur skúlin stendur nú innilokaður, eins og arbeitt verður inni í skúlabygninginum. Nú verður farið í holt við ítróttarhøllina, sum eisini skal standa innilokað tíðliga í summar.
Tíðarætlanin, sum byggiharrin hevur, sigur, at verkætlanin skal standa liðug hin 1. januar í 2020 – ella um minni enn eitt ár. Men, í vetur hava verið nakrir dagar, har veður og vindur hava tarnað arbeiðnum. Nýggja tíðarætlanin, sum partarnir eru samdir um, sigur, at øll verkætlanin stendur liðug í apríl í 2020, og tá skulu bæði skúli, ítróttarhøll og alt økið rundan um verða liðugt.
In.fo var ein túr á byggiplássinum herfyri, og tá hugt verður niðan yvir økið, sæst, at her eru líka sum sitipláss úr betongi undir opnum himli. Hetta sær kanska eitt sindur løgið út, áðrenn høllin er komin upp, men hetta eru alt sitipláss, sum verða inni í sjálvari ítróttarhøllini, tá hon er innilokað.
Smogurnar við sitiplássini, sum enn eisini eru uttandura, eru inngongdir til umklæðingar-og brúsurúmini, sum eru partur av verkætlanini. Alt hetta verður undir taki, tá høllin er komin upp, men hetta merkir eisini, at ein ávísur partur av innanduraarbeiðnum longu er gjørt.
Nýggi Skúlin við Streymin fer við ítróttarhøll at kosta umleið 100 miljónir krónur. Í Sunda kommunu hava tey sett sær fyri, at kommunan ikki skal skylda meira enn tilsamans 70 miljónir krónur, tá skúli, ítróttarhøll og felagshúsið við Margáir standa liðug.
- Hetta er okkara mál, og vit fara at halda rættiliga fast um, at tað skal verða so, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, sum vísir á, at tá hesar stóru byggiverkætlanir eru lidnar, verður skuldin hjá kommununi umleið 85 prosent av einari álíkning.
Tað merkir, sigur borgarstjórin, at skuldin tá fer at verða fleiri miljónir krónur lægri, enn kravið hjá fíggjarmálaráðnum er, og tað heldur hann vera ógvuliga flott fyri so stórar og týdningarmiklar íløgur í borgararnar í Sunda kommunu.