Stórur brúktbilamarknaður á Skálatrøð

Leygardagin 1. mai verður Skálatrøð karmur um Føroya størsta brúktabilamarknað, tá ið flestallar bilasølur í landinum fara at sýna fram og selja brúktar bilar á einum felags marknaðardegi.

Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við bilasølurnar, sum standa fyri sjálvari framsýningini og søluni.


Regin Joensen, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at talan verður um ein veruligan marknaðardag, har fólk fáa bestu umstøður at ogna sær ein bil, sum hóskar teimum. Hetta skuldi verið ein fínur møguleiki hjá fleiri at gjørt ein góðan handil, sigur Regin, sum eisini vísir á, at norðoyingar og vágafólk hava eitt gylt høvi at koma á marknaðardagin, tí tað er ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar henda dagin.


Í sambandi við bilmarknaðin verður eitt stórt tjald sett upp á Skálatrøð. Regin Joensen sigur, at har fara bilasølurnar at hava sínar viðskiftabásar, so at at fólk kann koma inn til eitt prát og ein kaffimunn. Regin nevnir eisini, at umboð frá Trygd verða til staðar at ráðgeva um biltryggingar, so at fólk kann fáa eina góða heildartænastu, um teimum tørvar tað.


Mestsum øll Skálatrøð verður brúkt til marknaðardagin, og ikki færri enn 200 bilar verða sýndir fram. Høvið verður sjálvandi at royna bilarnar, tí ferðslan fer at vera fram við sjónum sum vanligt, so ómakaleyst verður at sleppa inn og út av økinum.


Ein uppliving fyri øll


Umframt at fólk fær høvið at gera eitt keyp, verða vinningar eisini burturlutaðir millum teirra, sum ogna sær ein bil henda dagin. – Fólk skulu kenna tað sum ein veruligan marknaðardag, at tey kunnu fáa nógv burtur úr, samstundis sum dagurin er hugnaligur og spennandi, sigur Regin, sum leggur dent á, at marknaðardagurin sanniliga skal verða ein uppliving fyri øll. – Antin man keypir sær ein bil ella bara kemur at njóta dagin og atmosferuna, so skal dagurin verða fyri øll. Øll skulu fólk fáa eina góða uppliving!


Talan er um fyrsta tiltak av sínum slag í Føroyum, og eydnast dagurin væl, er hugsandi, at hann kann gerast eitt afturvendandi tiltak, har fólk fær besta møguleika í árinum at gera eitt gott bilkeyp, sigur Regin.


Tað verður ókeypis hjá øllum at koma inn á marknaðin, og fyrireikararnir bjóða somuleiðis øllum ókeypis kaffi og køku. Brúktbilamarknaðurin letur upp klokkan 10 og varir heilt fram til klokkan 20.