Um tað gongst, sum tað verður vónað og roknað við, so fer nýggja Norðborg at runda Klakkin eftir døgurða í morgin. Tá verður heimferðin úr Chile liðug, og tá verður farið undir eitt nýtt kapitul í føroyskari skipasøgu.
Vit ynskja Norðborg væl komnari í føroyska flotan, og vit ynskja eigarunum og manning og klaksvíkingum og Føroyum sum heild hjartaliga tillukku við hesum megnar átakinum. Tað hevur verið hugaligt at fylgja við í, hvussu dreymurin um hetta stásiliga farið er vorðin til veruleika, og tað hevur verið hugaligt at síggja, hvussu vinnulívsmenn í fleiri ættarlið stútt og støðugt hava ligið á takinum.
Tað er ikki óbroytiligur veruleiki at vera í fremstu røð. Inntil fyri ikki so mongum árum síðani var rúgvu mentaliteturin galdandi. Tað snúði seg um at fáa so nógv í lastina, sum tað á nakran hátt bar til.
Tað kann gott vera, at henda fatanin framvegis finst onkra staðni. Soleiðis hevur tað verið í menningarlondunum, sum hava útflutt rávørur og harvið ikki hava fingið lut í virðisøkingini. Kring allan heimin er ynskið, at størri partur av virðisøkingini skal vera hjá teimum, sum eiga rávøruna, og hetta er eisini hugburðurin heima hjá okkum.
Spurningurin er, hvussu tað kann bera til at fáa tað at ganga upp at eiga rávøruna, at hava høgt lønarlag og framvegis at vera kappingarførur í virðisøkingini. Kappingin er stór og hørð, bæði við t. d. Eystureuropa og Asia.
Trýstið aðra staðni frá og støðuga tøknfrøðiliga menningin eru orsøkir til, at talið á fiskimonnum og teimum, sum arbeiða við fiskavirking, støðugt minkar. Soleiðis er tað, og tað er einki, sum bendir á, at tað fer at verða øðrvísi. Tað ræður um at hava so fáar framleiðslueindir sum møguligt, og tað ræður um, at eigarar og lønmóttakarar vinna so nógv, sum tað ber til.
Nýggja Norðborg er dømi um, at stórt stig verður tikið at standa seg í kappingini. Kravið um burðardygga veiðu og framleiðslu ger, at tað ikki ber til at fokusera upp á rúgvuna. Tað ræður um virðisøking, og tað snýr seg um bíliga virðisøking. Í fiskivinnuni ber tað ikki til at røkka bíligari virðisøking enn henni, sum verður gjørd umborð á væl útgjørdum skipum, sum eru flótandi verksmiðjur og ikki leggja veiðuna upp, fyrrenn hon er klár til útflutning.
Flakatrolararnir eru góð dømi um hetta. Teir fiska og arbeiða botnfiskasløgini. Í morgin kemur nýtt skip á Klaksvík, sum er smíðað og innrættað til at virðisøkja uppisjóvarfisk. Hetta er rætta leiðin, og hetta eigur heilt víst at vera Føroyum og føroyingum at gagni. Tí verður dagurin í morgin sannur høgtíðsdagur í Klaksvík. Gævi at eydnan verður Norðborg blíð!