Á eyka bygdaráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Gøtu bygdaráð at geva prinsipielt byggiloyvi til ein handilsbygning og tveir virkisbygningar í Gøtudali.
Í hesum føri er um ein stóran handilsbygning uppá 5000 fermetrar og tveir virkisbygningar á 1000 fermetrar hvør.
Talan er um eina samlaða verkætlan, ið samanlagt kemur at verða grundarlagið fyri einum handilsdepli í Gøtudali.
Aftanfyri hesa stóru verkætlanina standa Hans Jørgen Djurhuus, Poul Arne Jacobsen, P/F Leif Mohr og P/F Alu-plast.
Seinni er ætlanin at kunna meiri um hesa spennandi ætlan hjá gøtumonnum.
Eingin trupulleiki við fígging
Ætlanin við handilsdeplinum hevur verið í umbúna eina tíð, og er við samtyktini í bygdaráðnum vorðin kunn fyri almenningin.
Hans Jørgen Djurhuus fegnast um, at byggiloyvið nú er givið.
- Tað er hetta vit hava bíðað eftir, sigur hann við Sosialin.
Tekningarnar til hesar báðar stóru bygningarnar í Gøtudali eru klárar. Og sjálvur væntar Hans Jørgen ikki at trupulleikar verða at fáa fígging til íløguna.
Spurningurin er so, nær teir fara at seta spakan í til hesa ætlanina, sum kemur undan kavi bert fáar dagar áðrenn Norðoyatunnilin letur upp.
Samstundis við hetta er vorðið kunnugt, at arbeitt verður við at leggja seinastu hondina á eina verkætlan við eini stórari miðbýarætlan í Klaksvík.
Sum skilst á Hans Jørgeni er ætlanin at fyrsti spakin skal setast í jørðina um ein til tveir mánaðir.
Tað vil siga, at í summar fara tey sum ætla sær til Norðoyggjar ella Fuglafjarðar at verða vitni til, hvussu hesir stóru bygningarnar byrja at taka form og at enda gerast til ein stóran handilsdepil í Gøtudali.
Fjølbroytt handilslív
Tá talan er um handilsdeplar av slíkum slagi er neyðugt at hava eitt so fjølbroytt úrval av handlum sum gjørligt.
Stigtakararnir til hesa ætlanina miða tí eftir at í sjálvum handilsbygninginum verða handlar av ymiskum slagi, m.a. matvøruhandil, klædnahandil, frisørsalong bara fyri at nevna okkurt av tí, sum viðskiftafólkunum stendur í boði.
Skipanin verður soleiðis, at allir bygningarnir verða sum ein bygningur. Handilsbygningurin við handlunum verður í tí eina, meðan Leif Mohr og Alu-plast fara at húsast í hinum báðum bygningunum.
Ætlanin er sum nevnt at seta spakan í jørðina í summar, og síðani fer arbeiðið í gongd.
- Vit vænta, at arbeiðið fer at tala umleið hálvtannað ár, sigur Hans Jørgen Djurhuus.