Stórur heimasigur á Vágseiði

NSÍ fekk einki burtur úr Suðuroyar ferðini í dag

Tað gekk ikki væl hjá NSÍ í Suðuroy ídag. Besta liðið tapti 2-1 ímóti TB við Stórá, og hjá næstbesta liðnum gekk tað nógv verri enn so.

FC Suðuroy hevði vitjan av næstbesta NSÍ liðnum, sum fór av Vágseiði við ongum. FC Suðuroy vann 7-0! Tað er størsti sigur í deildini yvirhøvur higartil í hesum kappingarárinum.

 

 

Búi Egilsson og Mamuka Toronjadze vóru tvífaldir málskjúttar. Hini málini skoraðu Jonn Marni Lindenskov, Rani Johansen og Dánjal Godtfred.

Sigurin ber við sær, at FC Suðuroy nú hevur trettan stig og er trý stig aftanfyri toppliðini, sum spæla í kvøld. EB/Streymur hevur vitjan av KÍ, og 07 Vestur er vertur fyri Víkingi.

Eftir fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu umførunum hevur NSÍ nú tapt fýra ferðir á rað.