Hópur av fólki var samankomin at lurta, og hóast onki nýtt var at frætta, fingu vit at vita, hvussu vit ikki skulu gera og hvat ansast skal eftir um valið fellur á hitapumpu. Greitt var m. a. frá, at tað eru framleiðararnir sum definera heystanarstigið (COP) og at hetta verður roknað frá 7 stigum C til 20 stig C og er tí ikki serliga eftirfarandi um vit skulu vinna 60 stiga hita frá 5 stigum.
Sum altíð, nú á døgum, varð uppvørpan nýtt fyri at lýsa orðini við myndum, so luttakarin fekk eina greiða lýsing bæði í orðum og myndum av hvat talan var um.
Tað sum eg og onnur við fíggjarligari útbúgving ikki fingu at vita var, nær tað lønar seg at nýta hitapu, tí givið er at við einum støðugt hækkandi oljuprísi koma vit til breakeven.
Í framhaldi av hesum havi eg sett upp eitt rokniark sum grafiskt vísir, hvar skeringspunktið liggur í mun til oljuprísin.
Hetta rokniarkið kann tú heinta á: orka.teletech.fo og seta inn tíni egnu tøl, sum svara til tína orkunýtslu.
Roknað er við, at hitapumpan nøktar allan orkutørvin í húsinum. Og at hitatørvurin er samsvarandi við ta oljunýtslu sum tú hevur ídag. Er hitapumpan minni enn tørvurin, verður tapið ella vinningurin lutfallsliga minni í mun til allan tørvin.
Sum tað sæst, er onki at vinna um oljuprísurin er kr.5 fyri liturin, sjálvt um tú fekst hitapumpuna fyri onki, tí at sparingin javnvigar við elprísinum
Men vit vaksandi oljuprísum uppá kr. 10 fyri liturin er munur á rakstrarútreiðslunum millum oljubrennaran og hitapumpuna, sum kann nýtast til íløgur í hitapumpuna. Munurin verður tó ikki so stórur, tí at hjá okkum er elprísurin neyvt tengdur at oljuprísinum, tí at helmingurin av allari elorku sum vit nýta, verður framleiddur við olju. So – í hesum modellinum veksur elprísurin við
Javnvág er í útreiðsunum tá oljiprísurin er kr. 10 fyri liturin.
helminginum av tí sum oljuprísurin veksur við. Soleiðis verður støðan intil vit hava funni fleiri varandi orkukeldur heldur enn olju.
Er árliga nýtslan 2000 litrar av olju og meirkostanaðurin til uppsetan av hitapumpu kr. 60.000 í mun til oljufýring, er jávnvág táið oljuprísurin er kr.10 fyri liturin. Men nýta vit meiri orku, svarandi til 3000 litrar árliga, verður ein sparing uppá kr.2500 um árið.
Hetta er treytað av at samlagaða íløgan er kr 60.000 og at árliga rentan er 6% og avdragstíðin 10 ár og at maskinaríið koyrir feilfrítt. Eru brek á skipanini fyri kr 2500 um árið er javnvág í roknistykkinum.
Hitapumpan lønar seg best um tær ikki nýtist at hava stóran hitamun á útieindini (fordamparanum) og inni eindini (kondensatorinum). Tí er hitapumpan best egnað til gólvhita, har byrjunarhitin bert nýtist vera um 30 til 35 stig. Tá miðal árligi útihitin (kelda: DMI) er 5 stig nýtist bert ein munur uppá 25 til 30 stig. Heystanarstigið (COP) kann tá gerast rímiliga gott í mun til um hitamunurin er 60 stig.
Men sum baðivatn er 30 stig kaldari enn vanligt, so her hevði ein vatnhitari verið góður afturat.
Parametur við hugsaðum elprísum, komandi 10 árini, sum fylgja av vaksandi oljuprísum og einum varligum árligum vøkstri. Lop verður í um øll húsarhald skifta til hitapumpur í 2009
Skifta øll húsarhald yvir til hitapumpur (16.000 húsarhald við 2500 l oljunýtslu) veksur orkutørvurin svarandi til 40mio. litrar. SEV má so brenna 33 túsund tons av olju afturat um árið fyri at veita okkum 100 GWatt elorku til hitapumpuna. Nú blivu tølin naka nógv, men tað tykist sum SEV má økja termisku orkuna við góðum 60% til viðhalds. Hetta ger at elorkan verður munandi dýrari hjá øllum. (Tíverri eru bara gomul hagtøl (frá 2004) á heimasíðuna hjá SEV. )
Sostætt ber til – um oljuprísurin verður høgur – at spara uppá upphiting av húsum, men at elorkan til onnur endamál í heiminum verður tvifalt so kostnaðarmikil tí at terminsk parturin (el framleitt við olju) verður munandi størri.
Ilt er at spáa um hvussu verður við oljuprísinum, men lættari er at velja táið leiðirnar eru val avmerktar.