Fríggjadagin setti Shipping.fo lýsing í miðlarnar, har lýst var eftir fólki til verksmiðjuskirpið, Lafayette, og eftir bert fáum tímum høvdu 15-20 fólk sett seg í samband við felagið.
Tað er fyri tað mesta ungir menn í 20-25 ára aldri, sum hava ringt til okkara. Hetta eru menn, sum hava trygdarskeið, og fleiri ganga á skiparaskúla, men mangla siglingstíð og vilja so royna hetta samstundis, sigur Jónas Sigmarsson, stjóri á Shipping.fo.
Men hóast nógv fólk hava vent sær til shippingfelagið longu, so er ikki fullmannað enn.
Tilsaman hava eitt stað millum 30 og 40 fólk vent sær til okkara, men vit hava brúk fyri 50 fólkum, so um tað er onkur, sum ikki hevur sett seg í samband við okkum enn, ber til at fara inn á heimasíðu okkara, shipping.fo, og finna samband har, sigur Jónas Sigmarsson.
Og tað eru ikki bara mannfólk, sum eru áhugað at royna eitt starv umborð á heimsins størsta verksmiðjusipi.
Einar tvær kvinnur hava eisini forhoyrt seg um arbeiðið umborð á Lafayette. Og einasta treyt, ið sett verður, er at viðkomandi hevur trygdarskeið og bláu bók, sigur Jónas Sigmarsson.
Arbeiðið umborð verður í høvuðsheitinum at arbeiða á verksmiðjuni umborð og at lossa og lasta skipið.
Tað er so ógvuliga óvist, hvussu long vertíðin er, og tí verður sáttmáli bert gjørdu við fólk fyri ein mánað í senn, sigur Jónas Sigmarsson.
Lafayette verður í føroyskum sjógvi í vikuni, og tá verður farið undir at flyta fólk umborð.