Samferðsla
Tað er heilt stórur áhugi fyri páskatúrunum hjá nýggju Norrønu. Higartil hava meira enn 1.000 fólk tryggjað sær ferðaseðlar aftur og fram til Danmarkar á páskum.
Áki Jespersen, leiðari á skipsdeildini hjá Smyril Line, sigur, at føroyingar tykjast rættiliga spentir upp á nýggja skipið, og nógvir vilja royna tað.
Páskaferðirnar til Danmarkar eru nógv umbidnar. Serliga er tað góða tilboðnum um bilpakkan til Danland á páskum, sum føroyingar hava tikið av.
?Tað verður líkasum ein heil føroysk koloni har niðri á páskum, sigur Áki Jespersen. Umleið 250 pakkar av hesum slagnum eru seldir, sigur hann. Tað vil siga, at talan er um eini 1.000 fólk, sum ætla sær páskaferð.
Talan er um eina tilboðsferð fyri tvey vaksin og tvey børn umframt bil. Farið verður úr Føroyum tann 10. apríl og heim aftur tann 17. apríl.
Annars sigur Áki Jespersen, at fleiri tilboð av ymsum slagi fara at koma frá Smyril Line. Eitt nú fer at verða lýst við bilpakkum á øllum farleiðum bæði fyri há- og lágárstíð, sigur hann.
Hann sigur, at tað er ikki líkt til at bruttoprísurin, sum lýstur er, og sum onkur hevur hildið verið í so høgan, hevur forskrekt fólk.
?Tí talan er jú um ein bruttoprís, sum rættiliga ofta verður lækkaður við øllum teimum tilboðum, sum alla tíðina koma, sigur hann.
Eisini útlendingar
Eisini útlendingar hava víst nbýgja skipinum rættiliga stóran áhuga, sigur Áki Jespersen. Tað merkist heilt væl á teimum messum, sum Smyril Line hevur luttikið á uttanlands, eins og umboðsfólkini uttanlands eisini greiða frá tí sama, sigur hann.
Serliga eru tað vanligu, »gomlu« marknaðirnir, sum gera vart við seg. Eitt nú Tyskland, Danmark og Noreg, sum altíð hava verið góðir marknaðir. Sama er við Íslandi, greiðir Áki Jespersen frá. Eisini íslendingar hava verið sera tíðliga ávegis við bíleggingum. Men eisini aðrastaðni úti í heimi hava fólk víst nýggja skipinum áhuga, so alt í alt sær tað bara hugaligt úr, sigur Áki Jespersen.
Útlendingarnir eru serliga áhugaðir í summarsiglingini, men Áki Jespersen sigur, at áhugi er eins væl fyri ferðingini lágárstíðina sum fyri háárstíðina.
Summarsiglingin hjá nýggju Norrønu byrjar í Hanstholm tann 10. mei og endar aftur í Hanstholm tann 13. september.
Gongur eftir ætlan
Tíðin, til nýggja Norrøna skal í sigling, styttist skjótt. Eftir ætlan skal skipið vera liðugt tann 20. mars. Og tað tykist at halda sum er, sigur Áki Jespersen.
Smyril Line hevur fólk á skipasmiðjuni í Týsklandi, har Norrøna verður smíðað, og teir láta væl at, sigur hann. Í løtuni er Norrøna í dokkini, har hon verður málað uttan.
Skipið verður væl útgjørt og í stóran mun rikið av teknikki. Men fólk skal kortini vera umborð. Og tey verða heldur fleiri, enn tey hava verið við gomlu Norrønu.
Tey fara í stóran mun at leggja seg eftir at hava fleiri fólk til at vera um feðrafólkini, sigur Áki Jespersen. Minni verður hinvegin av eitt nú maskinfólki, vísir hann á. Alt í alt roknar hann við at eini 100-120 fólk fara at manna nýggju Norrønu. Tá tey vóru mest við gomlu Norrønu, tað var undir summarsiglingini, plagdu tey at liggja umleið tey 100, sigur Áki Jespersen, leiðari á skipsdeildini hjá Smyril Line.