Stórur áhugi fyri talvi í Kommunuskúlanum

Tað var ein stúgvandi full aula í Kommunuskúlanum, sum var karmur um eina simultankapping í talvi fyrrapartin í dag.

Tað var føroyameistarin, Helgi Dam Ziska, og ein av bestu kvinnuligu telvarunum í landinum, 15 ára gamla Sára Traber Olsen, sum telvaðu móti næmingum í Kommunuskúlanum.

 

Helgi Dam Ziska telvaði móti 45 telvarum í senn, meðan Sára telvaði móti 25. So hvørt sum talvini hjá Helga Dam Ziska vórðu liðug tóku nýggir næmingar yvir.

 

Rektarin í Kommunuskúlanum, Hanus Joensen, er garvaður telvari sjálvur, so tankin at skipa fyri simultantalvi var ikki so fjarur

 

Helgi Dam Ziska telvaði tilsamans móti 87 telvarum, og tað tók honum 2 tímar og 25 minuttir at vinna øll 87 talvini.

 

Eisini Sára Traber Olsen vann øll síni 25 talv, og tað tók henni ein tíma og 10 minuttir.