Stórur meiriluti fyri Thorning

Meginparturin av teimum donsku veljarunum halda framvegis, at Danmark eigur at fáa eina aðra stjórn aftan á næsta fólkatingsval. Á fólkatingsvalinum í 2007 fingu núverandi stjórnarflokkar og Danski Fólkaflokkurin 53,8 prosent av atkvøðunum og andstøðan 46,2 prosent. Hevði val verið í dag, hevði úrslitið verið beint tað øvugta, tí nú hevði andstøðan fingið 53,8 prosent og stjórnin og DF 46,2 prosent.

Tað vísir ein kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2.

Eygleiðarar hefta seg við, at sambært kanningini hevur stjórnin einki fingið burturúr broytingini í stjórnini fyri einum mánað síðani, tá nakrir ráðharrar skiftu málsøki, og onkur nýggjur kom afturat.

Harafturat vísir kanningin, at formansskiftið í Konservativa Fólkaflokkinum hevur framvegis ikki drigið nakrar veljarar til flokkin.

Í kanningini hjá Megafon fáa Sosialdemokratarnir 28,9 prosent, SF 14,3, Eindarlistin 3,2 og Radikala Vinstra 6,7 prosent. Á tí borgarliga vonginum fær Vinstra 20,9 prosent, Danski Fólkaflokkurin 12,8, Liberal Alliance 6,6 opg Konservativi Fólkaflokkurin 5,3 prosent.